Borgarlig stjórn er skipað í Svøríki

Nýggja stjórnin í Svøríki er skipað av Moderata flokkinum, Liberala flokkinum og Kristendemokratunum, meðan Sverigedemokratarnir fer at virka sum stuðulsflokkur hjá stjórnini

Floksleiðararnir hjá Sverigedemokratarnum, Moderata flokkinum, Kristendemokratunum og Liberala flokkinum skipaðu fyri felags tíðindafundi í dag. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
14. oktober 2022 kl. 12:27

Formaðurin hjá Moderatunum Ulf Kristersson fekk litið upp í hendur at skipa stjórn eftir ríkisdagsvalið í Svøríki tann 11. septembur.

Í dag hevur Ulf Kristersson boðað formanninum í svenska ríkisdegnum Andreas Norlén frá, at tað hevur eydnast at skipa nýggja stjórn.

Nýggja stjórnin verður skipað av Moderata flokkinum, Liberala flokkinum og Kristendemokratunum, meðan Sverigedemokratarnir fer at virka sum stuðulsflokkur hjá stjórnini.

Stuðulsflokkurin hjá stjórnini, Sverigedemokratarnir, fekk eitt søguliga gott væl og gjørdist størsti flokkurin á tí borgarliga vonginum. Tí var tað eisini fleiri ið væntaðu, at flokkurin fór at gerast partur av nýggju svensku stjórnini.

Ríkisdagvalúrslitð:

Blái vongurin - 176 sessir:

-          Sverigedemokraterna - 73 sessir (20,6 prosent).

-          Moderaterna - 68 sessir (19,1 prosent).

-          Kristdemokraterna - 19 sessir (5,3 prosent).

-          Liberalerna - 16 sessir (4,6 prosent).

Reyð-grøni vongurin - 173 sessir:

-          Socialdemokraterna - 107 sessir (30,4 prosent).

-          Centerpartiet - 24 sessir (6,7 prosent).

-          Vänsterpartiet - 24 sessir (6,7 prosent).

-          Miljöpartiet - 18 sessir (5,1 prosent).

Sjálvt um Sverigedemokratarnir bert er stuðulsflokkur hjá stjórnini, so hevur flokkurin fingið stóra politiska ávirkan á stjórnargrundarlagið, serliga á til- og fráflytingar politikkin hjá stjórnini, sigur Ulf Kristersson.

Til felags tíðindafundin hjá Moderata flokkinum, Liberala flokkinum, Kristendemokratunum og Sverigedemokratunum, legði Ulf Kristersson dent á, at stjórnin fer at hava eitt tætt og virðiligt samstarv við Sverigedemokratunum.

Floksformaðurin hjá Sverigedemokratunum Jimmie Åkesson, royndi tó ikki at dylja, at Sverigedemokratarnir sjálvandi heldur høvdu vilja verið partur av stjórnini.

- Vit høvdu ynskt at sæð eina meirilutastjórn, sum vit eisini vóru partur av, segði Jimmie Åkesson á felags tíðindafundinum. Floksformaðurin greiddi frá, at tað er týdningarmikið, at Sverigedemokratarnir sum tann størsti flokkurin, hevur fingið umfatandi politiska ávirkan á stjórnargrundarlagið.

- Vit skulu levera politiskt, serliga á økjum, ið okkara veljarar halda eru eyka týdningarmikil, og tað er millum annað galdandi fyri revsipolitikkin, sigur formaðurin hjá Sverigedemokratunum Jimmie Åkesson.

Væntandi fer ríkisdagurin at atkvøða um forsætisráðharran mánadagin, og nýggja stjórnin tekur við í næstu viku.