BORGARLIG KÓS GEVUR TRYGGLEIKA OG TRIVNAÐ

Eg ynski at borgarlig virðir í størri mun skulu síggjast aftur í Tórshavnar býráði næstu 4 árini.

Birgir Nielsen
10. november 2020 kl. 09:50

Hetta merkir at tú sum borgari skal føla teg tryggan við, at tínar skattakrónur verða brúktar so skynsamt og rættvíst sum gjørligt. 

Skattainntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu skulu fordeilast har tørvurin er størstur í rakstrinum hjá kommununi. Harnæst at neyðugar og skilagóðar íløgur verða framdar til frama fyri allar borgarar í kommununi.

Tú kannst stuðla mær í hesum við at seta krossin við meg á kommunuvalinum 10. november.

Gott val.

Birgir Nielsen

Valevni á lista A til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu