Borgarauppskotið um samfaðir í Danmark: Eindarlistin ynskir at taka tað eitt stig víðari

Eitt borgarauppskot um rættin til samfaðir, ið fekk tær neyðugu 50.000 undirskriftirnar upp á tveir dagar, er týdningarmikið, sigur danski Eindarlistin, sum tó ætlar sær at taka uppskotið eitt stig víðari

Sigurjón Einarsson
11. januar 2022 kl. 09:45

Eitt borgarauppskot í Danmark, um at viðurkenna samfaðirskap, hevur fingið yvir 50.000 stuðlandi undirskriftir eftir bert tveimum døgum.

Harvið verður málið sent Fólkatinginum, og har er skipanin soleiðis, at politikarar nú skulu viðgera, um uppskotið skal leggjast fyri tingið til viðgerðar.

Danski Eindarlistin er ein av flokkunum á Fólkatingi, ið stuðlar hesum borgarauppskotinum um samfaðir.

– Hetta borgarauppskotið setur fokus á ein veruligan trupulleika. Vit síggja ferð eftir ferð dømi um, at okkara familjulóggáva ikki fylgir við tí veruleika, sum familjur líva í, sigur javnstøðuframsøgufólki í danska Eindarlistanum, Pernille Skipper, um borgarauppskotið, ið skal geva tveimum monnum møguleika at verða løgfrøðilig foreldur til eitt barn.

Hendan møguleikan hava danskar kvinnur havt síðan 2013, og í Føroyum varð hetta uppskotið samtykt beint undan jólum.

Eitt stig víðari
Pernille Skipper heldur, at borgarauppskotið er gott, men Eindarlistin heldur, at kanska er tíðin búgvin til at taka spurningin um foreldraskap eitt stig víðari, soleiðis at lóggávan bleiv gjørd kynsóheft, og at eitt barn eisini fekk rættin til meira enn tvey foreldur.

Hetta ítøkiliga uppskotið, sum Fólkatingið nú skala taka upp til viðgerðar, vil geva monnum møguleikan at verða samfaddrar á sama hátt, sum kvinnur hava møguleika at verða sammøður í dag.

Eitt barn í Danmark kann einans hava tvey løgfrøðilig foreldur, soleiðis sum lóggávan er í dag.

/ritzau/