Borgararnir í amerikanska statinum Kansas, ynskja at varðveitta rættin til fría fosturtøku. Hetta var niðurstøðan í morgun, tá liðugt var at telja atkvøðurnar frá fólkatkvøðuni í gjár.
Í gjár var undanval í Kansas og haraftrat skuldu borgararnir eisini atkvøða um “Virið tey bæði” broytingaruppskotið. Hevði meirilutin atkvøtt fyri uppskotinum, hevði rætturin til fría fosturtøku, sum er tryggjaður í grundlógini hjá statinum, verið strikaður. Síðani høvdu politikkararnir í statinum – harav meirilutin er republikkanarar – skula avgjørt, um fosturtøka hevði skula verið lógligt ella ei, og í hvønn mun tað hevði skula verið lógligt ella ólógligt.
Men borgararnir í Kansas ynsktu ikki at broyta núverandi fosturtøkulógina. Samanlagt atkvøddu 58,9 prosent nei til “Virið tey bæði” broytingaruppskotið, meðan 41, 9 prosent atkvøddu ja.
Valúrslitið í gjár merkir sostatt, at kvinnur í Kansas framhaldandi hava rætt til fosturtøku fram til 22. viku.
Í gjár var fyrstu ferð, at amerikanskir borgarar skuldu atkvøða um rættin til fría fosturtøku, síðani amerikanski Hægstirætturin í juni ógildaði avgerandi úrtøkuna frá 1973 “Roe vs Wade”, sum tryggjaði rættin til fosturtøku í øllum USA.
Umstrídda avgerðin hjá amerikanska Hægstarættinum fyrr í ár, ger tað møguligt hjá amerikonskum statum at banna fosturtøkur í statinum.
Higartil hava 13 amerikanskir statir forbjóða fosturtøkum ella avmarkað møguleikarnar til fosturtøku. Hetta er gjørt uttan fólkaatkvøðu, men við sokallaðum “trigger laws”.