Borgarafundur um møguliga framhaldsdeild

Eysturkommuna skipar fyri borgarafundi, sum snýr seg um møguleikan at skipa egna framhaldsdeild í kommununi

Bygdarhúsið í Leirvík
Tíðindaskriv
12. mars 2024 kl. 17:00

Týskvøldið 19. mars verður viðkomandi borgarafundur um framtíðina hjá ungdóminum í Eysturkommunu. Fundurin verður í sambandi við at arbeiðsbólkur hevur kannað møguleikan at skipa egna framhaldsdeild í Eysturkommunu.

Frágreiðing frá arbeiðsbólkinum verður løgd fram, so borgarar fáa innlit í málið og hava møguleika at seta spurningar og kjakast um skúlaskap og møguliga framhaldsdeild.

Borgarafundurin verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 19.30. Kom við og fá innlit í málið, um eina nútímans framhaldsdeild í Eysturkommunu.