Innleiðandi FM-kappingin í borðtennis verður spæld í kvøld, og nú eru finalistarnir í einmansleiki funnir.
Hjá monnum verður talan um endurtøku av FM-finaluni í fjør ímillum Albert Weihe Wolfsberg og Fróða Fríðason Jensen, og hjá kvinnum verður tað ein spildurnýggj finala ímillum tvær ungar kvinnur, sum eru í síni fyrstu FM-finalu, nevniliga Britt Michelsen og Anju Wongwai.
Í kvinnukappingini megnaði Susie Midjord at gera ein vørr í bólkaspælinum, soleiðis at styrkismetingarnar ikki hildu, og tær báðar hægst styrkismettu, Britt Michelsen og Durita Fríðadóttir Jensen, hittust í eini hálvfinaluni.
Her var Britt Michelsen omaná og vann 4-1. Tað sæst, at hon hevur ment seg nógv síðstu tvey árini við at spæla hópin av dystum fyri danska Horsens KFUM, og hevur hon nú uppiborið spælt seg í sína fyrstu FM-finalu.
Ein liðfelagi hennara í bæði TBF og Horsens KFUM, og eisini góða vinkona hennara, Anja Wongwai, verður mótstøðukvinnan í FM-finaluni.
Hon er eins og Britt í síni fyrstu FM-finalu, men tað var ikki uttan stríð ímóti áður nevndu Susie Midjord, sum var føroyameistari árini 2005, 2006 og 2007.
Tær báðar vóru púra javnar til 2-2 í settum og 10-10, tá Anja var meiri avgjørd í avgerandi løtunum og vann hálvfinaluna 4-2.
Hjá monnum verður sum nevnt endurtøka av FM-finaluni í fjør, nevniliga ímillum Albert Weihe Wolfsberg úr Hillerød GI og Fróða Fríðason Jensen úr Tór.
Í fjør vann Albert 4-2 í einari tættari og væl spældari finalu, og soleiðis sum leikur fórst í kvøld, er líkt til, at vit aftur í ár kunnu vænta eina líknandi finalu.
Í hálvfinaluni vann Fróði Fríðason Jensen 4-2 á veteraninum, 15-faldaða føroyameistaranum, Peteri Hentze Niclasen, sum prógvaði, at tað enn eru knotur í honum.
Albert vann sína hálvfinalu 4-1 á Knúti Jóannesarsyni, sum í fjórðingsfinaluni stóð fyri kvøldsins mest óvæntaða úrsliti, tá hann knógvaði 18 ára gamla nýklakta landsliðsleikaranum, Ára Fríðasyni Jensen.
Finalurnar verða spældar í morgin, leygardagin 15. apríl, og verða vístar beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Sí klokkutíðir fyri finalurnar, og annars úrslitini frá í kvøld, niðanfyri.
Fjórðingsfinalur - menn
Fróði F. Jensen (Tór) – Sveinur M. Nolsøe (Tór) 4-0
Poul Knút Poulsen (TBF) – Peter Hentze Niclasen (Tór) 0-4
Ári F. Jensen (Tór) – Knútur Jóannesarson (Tór) 3-4
Ólavur Hammer (TBF) – Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) 0-4
Hálvfinalur - menn
Fróði F. Jensen (Tór) – Peter Hentze Niclasen (Tór) 4-2
Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) – Knútur Jóannesarson (Tór) 4-1
Finala - menn
Fróði F. Jensen (Tór) - Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) – leygardagin kl.14:55
Hálvfinalur - kvinnur
Britt Michelsen (TBF) – Durita F. Jensen (Amager BTK) 4-1
Anja Wongwai (TBF) – Susie Midjord (TBF) 4-2
Finala - kvinnur
Britt Michelsen (TBF) - Anja Wongwai (TBF) – leygardagin kl.13:15