Bøndur sleppa framvegis at seta gjaldsportur upp í haganum

– Tað, sum stórur meiriluti av Løgtinginum nú er samdur um, er ógvuliga óttaflult fyri ferðavinnuna

Hetta fer framvegis at bera til - tað fer bara at síggja øðrvísi út
Áki Bertholdsen
17. mai 2024 kl. 09:47

Nú sleppa bøndur framvegis at seta gjaldsportur upp í haganum. Tað sigur Árni Olsen, formaður í Ferðavinnufelagnum, nú Løgtingið fer at atkvøða um uppskotið hjá Høgna Hoydal um eina burðardygga ferðavinnu.

Tey nýggju gjaldsportrini fara bara at síggja øðrvísi út, leggur hann afturat.

Nú Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið hjá Høgna Hoydal vísir tað seg, at ein stórur meiriluti sum er bæði samgongan og Sambandsflokkurin, eru samd um, hvussu viðurskiftini skulu vera.

Men samstundis hava tey broytt uppskotið hjá Høgna Hoydal so nógv, at tað er illa til at kenna aftur.

– Vit í ferðavinnuni eru ógvuliga óttafull um tað, Løgtingið fer at atkvøða um seinni í dag, sigur Árni Olsen.

Hann sigur, at samgongan og Sambandsflokkurin hava gjørt eina semju, sum gongur bøndrunum rættiliga væl á møti, so tað loysti seg hjá teimum at fara til Havnar við traktorunum, heldur hann turrisliga fyri.

Árni Olsen sigur, at tað, sum meirilutin í Løgtinginum vil, er at næstan bara at lógarfesta tað, sum nú er galdandi.

Nú sleppa bøndur nevniliga at taka gjald fyri tænastur. Men í hesum førum kann ein tænasta vera, at bóndin er til taks, ella at hann ger eina gøtu. Spurningurin er, hvat ein gjørd gøta er, um tað er 10 metrar av eini gøtu, ella hvussu?, spyr hann.

– Bóndin kann eisini taka eitt rímiligt gjald, men tað er ikki ásett hvat er, um tað er rímiligt fyri bóndan ella fyri ferðavinnuna.

– Vit taka fult undir við, at ferðafólk skulu gjalda fyri tænastur, men tá ið ein tænasta kann vera ein gjørd gøta, ella bara at vera til taks, boðar tað ikki frá góðum.

– Men tað, sum fer at elva til stórar trupulleikar er at munur verður gjørdur á føroyingum og útlendingum, so nú skulu fólk kanska hava samleikan við sær í býin fyri at prógva, hvaðani tey eru.

– Føroyingar kunnu fara í hagan, men fáa tey føroysk skyldfólk á vitjan, skal onkur gjalda og onkur skal ikki gjalda fyri at fara í náttúruna.

– Hetta er rættiliga ódámligt, heldur formaðurin í Ferðavinnufelagnum.

Hann sigur, at tað merkir, at verandi gjaldsportur fara at verða verandi, men tey fara bara at síggja øðrvísi út.

Samstundis verður tað framvegis kravt eitt avgjald frá ferðavinnuni, og tað verður eitt vansi fyri ferðavinnuna, tí vit eru í harðari kapping við onnur lond um ferðafólk.