![](/assets/articles/Screenshot-2025-01-07-at-12.00.16.jpg)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
Nú fara bøndurnir kring landið at fáa framleiðsluskyldu á jørðini. Og tað er bæði galdandi fyri tey, sum hava festi og tey, sum eiga jørðina.
Tað er ein partur av einum nýggjum landbúnaðarpolitikki, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, fer at leggja fyri Løgtingið.
Hann sigur, at tað ber væl til at fáa nógv meiri burtur úr landbúnaðinum, bæði gras, korn, grønmeti, seyðakjøt, neytakjøt, flogfenað, mjólkarútdráttir, og annað.
– Men hetta krevur, at vit taka landbúnaðin í álvara og at vit tora at áseta, at lendið verður brúkt til tað endamál, sum hóskar seg best, sigur landsstýrismaðurin.
– Tað krevur eisini, at hugsað verður um landbúnaðin, tá ið tørvur er á lendi til bústaðir, vinnubygningar og almannagagnlig endamál annars.
– Tí er eisini neyðugt at gera eina lendisætlan fyri alt landið, har lendið verður flokkað til tey endamál, sum tað hóskar seg best til.
Høgni Hoydal sigur, at lógin um landsjørð verður broytt soleiðis, at tað verður lættari at verja ta góðu matarjørðina, tá ið land og kommunur taka landsjørð til onnur endamál.
Høgni Hoydal sigur eisini, at tað eru fleiri øki í landinum, sum hóska væl til grønmeti, men fleiri av teimum verða ikki gagnnýtt til fulnar, tí ofta verða tey bara brúkt til veðrabeiti og seyðahald annars.
– Liggja traðir óbrúktar, ella ikki verða brúktar til besta endamálið, er tað ein forðing fyri menningini, sigur hann.
Tí er tað avgerandi at tey bestu økini verða sett av til grønmetisframleiðslu, so at umstøður vera at gera royndir, og at finna hættir at skipa lønandi framleiðslu.
Høgni Hoydal sigur, at í hesum sambandi eigur ein framleiðsluskylda at verða sett í verk, bæði fyri landsjørð, ognarjørð og traðir.
– Hetta er ein stór avbjóðing, sum krevur vitan, samstarv og eisini politiskan vilja at skera ígjøgnum, tá ið ósemjur verða um, hvussu lendið verður skipað og markað til ávíst endamál, sigur hann.
Tá má fyrilitið fyri náttúruni koma fyrst. Síðani er neyðugt at viðurkenna, at tað er neyðugt at hava lendi fyri at framleiða mat og tí kann onkuntíð verða neyðugt at taka tað atlitið fram um onnur atlit.
Í grannalondunum, har landbúnaðarjørð er á privatum hondum, verður kravt, at eigarin skal hava ávísar fakligar førleikar til virksemið, og at jørð, sum er markað sum landbúnaðarjørð, verður brúkt til landbúnað.
– Megnar eigarin ikki at lyfta hesa uppgávu, skal lendið leigast øðrum til landbúnaðarframleiðslu, sigur landsstýrismaðurin.