Bøndur ætla at gera innrás í Havn í morgun

Teir ætla sær til oman í miðbýin - eisini við traktorum at mótmæla uppskotinum um gongd í haganum

Áki Bertholden
19. mars 2024 kl. 08:32

Í dag fer Løgtingið fer á Løgtingið at viðgera uppskotið um gongd í haganum. Og tað fer ikki aftur við borðinum hjá bøndrunum.

Bæði Bóndafelagið og Óðalsfelagið hava heitt á bøndur um at møta mannsterkir upp í Løgtinginum at lurta.

Tey halda, at hetta kann leggja trýst á politikarar.

– Vit vilja heita á øll sum stúra fyri avleiðingunum av hesi lógini, um at møta á Løgtingi, ella onkursvegna, og á ein sømiligan hátt, at gera vart við tykkara ónøgd, siga Bóndafelagoð og Óðalsfelagið.

Løgreglan sigur, at tey hava fingið boð um, at fólk fara at samlast niðri við Løgtingið.

Løgreglan hevur eisini boðað frá, at frá umleið á miðdegi kan ferðslan verða tarnað av «tiltaki nærhendis Løgtinginum«, sum tey orða seg.

Vit hava eisini fingið at vita, at bøndur eru á veg oman í miðbýin í Havn við traktorum og at ætlanin er at koyra rekkjukoyring við traktorum fyri at mótmæla lógini um gongd í haganum og tað kann tarna ferðsluni.

Siggert Patursson formaður í Bóndfelagnum, sigur, at hetta er ikki eitt tiltak, tey hava skipað fyri, men verður nakað slíkt, eru tað einstaklingar, sum gera tað, hvør í sínum lagi.