Tann fráfarandi brasilski forsetin Jair Bolsonaro, krevur nú, at allar talgildar atkvøður á forsetavalinum herfyri, verða strikaðar. Tað skrivar tíðindastovan AP.
Sambært tíðindamiðlinum Retuers hevur Bolsonaro latið eina klagu til valmyndugleikarnar í landinum, við kravi um, at allar atkvøðurnar verða taldar av nýggjum.
Bolsonaro tapti á forsetavalinum í oktobur fyri mótvalevninum Luiz Inácio Lula da Silva. Hendan sigur hava valmyndugleikarnir í Brasil longu góðkent.
Sambært AP er orsøkin til, at Bolsonaro ynskir at strika allar talgildu atkvøðurnar, eitt teldubrek, sum óheftir serfrøðingar longu frammanundan hava staðfest, ikki hevur ávirkað valúrslitið.
Fær fráfarandi forsetin sín vilja, gert hann sigurharrin á valinum við 51 prosent av atkvøðunum. Hesum hevur sakførari hansara boðað frá. Sambært Reuters er sannlíkindini fyri, at Bolsonaro fær sín vilja, smá.