Hist, hist, hist...hist!
Vit kenna tað øll somul.
Viðhvørt hista vit, og viðhvørt hista vit leingi, men lukkutíð plagar tað ikki at vara longri enn nakrar fáa minuttir, so plagar tað at ganga yvir. Men tað er ikki tilfellið hjá forsetanum í Brasilia, Jair Bolsonaro, ið ikki kann lata vera við at hista.
Tað skrivar BBC.
Fríggjadagin mátti forsetin takka fyri seg, tá hann var til ein fínan døgurða, eftir at hann bleiv illa fyri vegna histan.
Og tá hann var við í sjónvarpssending mánadagin, sást týðiliga, at hann hevði torført við at tosa og miðlar fóru at gita, hvat mundi vera galið við forsetanum.
Nú er greitt, at forsetin er innlagdur á hernaðarsjúkrahús í Sao Paolo vegna áhaldandi histan. Nú skal hann kanska skurðviðgerast, skrivar The Guardian.
Forsetin hevur helst histað í tíggju dagar.
Orsøkin er, sambært honum, at hann hevði fingið skeivt medisin, tá hann var til tannlækna 3. juli, men í gjár staðfesti ein lækni, at talan er um tarmakast.
Tað hevur verið funnist hvassliga at Jair Bolsonaro og mátanum, hvussu hann hevur kveistrað burtur syndarligu gongdina við koronufarsóttini í Brasilia, ið hevur kravt meira enn 500.000 mannalív, samstundis sum fleiri frábrigdi hava tikið seg upp í landinum. Einasta aftursvarið frá forsetanum hevur verið, at gjørd gerð fær onga vend, og hevur í hesum sambandi noktað at sett nøkur tiltøk í verk fyri at basa smittuni í landinum.
Tann 66-ára gamli Bolonaro varð sjálvur smittaður við Covid-19 fyri einum ári síðani, men gjørdist ikki so sjúkur. Tí brúkti hann seg sjálvan sum dømi og segði, at talan bert var um eitt vanligt og vandaleyst virus.
– Eg eri í vandabólkinum! Hvat eru tit bangin fyri? segði forsetin tá.