Leygardagin skipaði Tórshavn Boksing fyri tiltaki á torginum í SMS, har ein boksiringur varð settur upp. Áskoðarar fingu møguleika at síggja boksarar úr felagnum boksa, og so hevði felagið eisini eina tombola sølu.
Annfinn Brekkstein, varðaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt røðu til tiltakið:
Vit kenna øll Muhammed Ali, og flestu okkara munnu hava sæð Rocky filmarnar. Men her heima hava vit ikki sæð so nógv til boksning, fyrr enn nú. Tit hava veruliga megnað at gjørt ítróttina sjónliga aftur her heima.
Boksing var nakað at síggja í Føroyum undir seinna heimsbardaga, tá serliga bretar íðkaðu ítróttina, men lítið hevur verið av boksing síðan. Tó so, eitt sindur av boksing var fyrst í hálvfjersunum - boksifelag varð stovnað í Havn í 1971.
Kommunan stuðlar boksingini eins og øðrum ítrótti, og eg skilji eisini, at privatar fyritøkur nú stuðla felagnum til keypa klæðir og útgerð. Og tað hevur eisini stóran týdning.
Eg fari eisini at takka tykkum fyri, at tit fingu Parkinsonboksingina upp at koyra. Hetta er eitt heilt einastandandi tiltak, sum hevur stóran týdning fyri tey, sum eru rakt av hesi sjúku.
Eisini var stuttligt at hoyra um stóra boksitiltakið í SMS herfyri.
Og nú eru tit aftur her á torginum í SMS við tí stóra boksiringinum. Eg má siga, at tað er imponerandi, hvussu aktiv tit eru. Tí boksing er hørð kropslig venjing, boksing er eisini konditión og boksing er eisini teknikkur.
Eg fari at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við ótrúliga góðu úrslitinum heima og uttanlands, og ynskja tykkum allarbestu eydnu frameftir.