Bókmentakritikkur: Er kreppa ein fyritreyt?

Paula Gaard, ph.d. í bókmentum, hevur javnlíkametta grein í Ritinum, sum er talgildur miðil hjá Hugvísindastovninum á Háskóla Íslands, um bókmentakritikk

Setrið, Føroyamálsdeildin
15. februar 2024 kl. 15:00

Greinin hjá Paulu, sum er tann fyrsta í riti nr 3. 2023, hevur yvirskriftina “Bókmentakritikkur í Føroyum: Er kreppa ein fyritreyt?” (“Bókmenntagagnrýni í Færeyjum: Er kreppa forsenda tilvistar”).

Paula tekur umrøðuna um kreppu í bókmentakritikkinum til viðgerðar. Hon umrøður avbjóðingarnar, sum kritikkur hevur í broytta fjølmiðlasamfelagnum í dag.

Støðan í Føroyum, sum Paula viðger, og støðan í Íslandi líkjast á mangan hátt, ikki minst tí, at í báðum londum er talan um smáar bókmentaskipanir.

Paula vísir, og tað man koma mongum óvart á, at kreppa í bókmentakritikkinum, og somuleiðis tað, at kritikarin er í verjustøðu, er einki nýtt. Tvørturímóti metir hon, at her síggja vit eitt høvuðseyðkenni við bókmentakritikki, sum í roynd og veru hevur ein týðandi leiklut í bókmentalandslagnum.

Paula Gaard er í løtuni í farloyvi sum adjunktur á Føroyamálsdeildini á Setrinum.

Þorvaldur Kristinsson týddi greinina úr føroyskum.

Hon kann lesast á íslendskum her.