Bókingarskipan og fleiri høli til tónleikarar

Nógv gott tónleikatilfar verður framleitt, og vit hava óvanliga nógv tónleikatalent í Føroyum.

Høgni Midjord í Stovuni
26. oktober 2020 kl. 16:15

Á nógvum økjum verður eisini gjørt nógv fyri at stuðla menningini av tónleikinum. Millum annað er nýggjur musikkskúli bygdur, og í Hoydølum er eisini møguleiki fyri at venja tónleik.

Men tónleikarar mangla simpul høli, har ein kann bíleggja sær fastar tíðir at venja, eins og vit síggja við bíleggingini til innanduratímar í ítróttarhallunum.

Sum nú er, hava allir tónleikararnir í kommununi onki fast stað har teir kunnu fara at venja. Tað, ið er ætlað at venja í, er ikki lætt atkomiligt fyri øll.

Eg tosaði við ein ungan mann, ið venur tónleik saman við øðrum, og hann vísti mær á hendan trupulleika.

Eitt uppskot er, at kommunan útvegar minst 4 góð høli, har tónleikarar hava møguleika at læna seg inn eitt ávíst tíðarskeið, har ljóðføri eru tøk hjá teimum at brúka, um man ikki hevur egin ljóðføri at seta upp.

Hetta hevði skapt trivnað, og kundi verið eitt samlingsstað fyri tónleikarar, og tónleikaáhugaði, og virka fyri víðari menning av tónleikinum í Føroyum.

Høgni Midjord Í Stovuni, Valevni fyri Javnaðarflokkin