Bókin um froskin Frýsa verður løgd fram

Í morgin, mánadagin 12. september, verður bókin um froskin Frýsa løgd fram á Námi. Tað er Jenny Lydersen, sum hevur týtt bókina til føroyskt, ið fer at greiða frá bókini

Tíðindaskriv
10. september 2022 kl. 13:35

Mánadagin 12 september kl. 15 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri spennandi og stuttligari bókaframløgu fyri børn í savninum á Námi við barnabókini Froskurin Frýsi, sum danski søgusigarin Anette Wilhjelm Jahn hevur skrivað! Nina Broen hevur myndprýtt og Jenny Lydersen týddi til føroyskt.
Froskurin Frýsi er ein upplestrarbók fyri 5-9 ára gomul børn um vinalag, einsemi og froskar! 

Øll eru vælkomin!

Les meira um skránna og bókina niðanfyri.

Skráin:

·         Jenny Lydersen greiðir stutt frá bókini.

·         Anette Wilhjelm Jahn, søgusigari, fortelur eitt av ævintýrunum úr bókini (á donskum).

·         Ókeypis kaffi og kaka.

·         Bókin verður til sølu fyri serprís.

Um Froskin Frýsa:
Tað byrjar sum ein keðiligur dagur hjá Annu, sum er átta ára gomul. Mia og Frida tíma ikki at spæla við hana í skúlanum, og heima í gøtuni sleppur hon heldur ikki upp í part. Til alla lukku hevur hon sítt frálíka spælihús í garðinum, har hon kann fáa frið. Men sum hon stendur og rørir í grýtuni á tí lítla komfýrinum og rættir seg eftir eini skál í vindeygakarminum, fær hon í staðin fatur á einum vamlisligum, kleimutum froski. Hon sleppir honum. Hann dettur tungliga niður á gólvið, har hann situr við øllum sínnum finnum, einum hálsi sum rørist so vamlisliga og tveimum stórum, rullandi eygum, sum gløa at henni.
Hon sleppur bara út, um hon gongur tætt fram við tí skelvandi froskakroppinum. Og hvat hendir, um hann knappliga loypur upp á høvdi á henni? Anna torir ikki at flyta seg. Júst tá gapar tann andstyggiligi froskurin við sínum skeiva, finnuta munni og spyr, um hon hevur hug at lurta eftir einum ævintýri… Og tað verður byrjanin til eitt loyndarfult vinalag.

Bókadeildin gevur bókina út, og hon kemur út á degnum.

Les meira um Anette Wilhjelm Jahn á www.jahnstory.dk