Báralda er tíðindakvinna við royndum frá heimsins stríðsvøllum, tá hon fær boð um, at hon hevur arvað eini hús eftir ommuna Aldu, sum hon ikki visti av. Skaldsøgan lýsir, hvussu Báralda fer í holt við at rekja hesa ættarsøguna, sum er knýtt til tveir garðar, Líðarsteinsgarðin og Fornagarðin. Søgan fevnir um tíðina frá fyrst í 20. øld til 2021. Agnas á Fornagarði sigur sína søgu, dagbókin hjá Aldu er um viðurskiftini á Fornagarði, sum eru merkt av harðskapi og loynidómum. Søgan er fløkt og full av dulsmálum. Hvør ommudóttirin Báralda annars er kemur spakuliga fram so hvørt søgan líður.
Skaldsøgan fer fram í ímyndaðu bygdunum Blávík og Malarvík.
Tær tríggjar søgurnar um bóndakonuna Agnas, ommu Báraldu og Báraldu sjálva eru áhugaverdar, fullar av kenslum og spennandi.
Skaldsøgan er 296 síður til longdar millum forleiki og eftirmæli.
Mentanargrunnur landsins hevur stuðlaðútgávuni.
H.N. Jacobsens Bókahandil gevur skaldsøguna út. Skaldsøgan verður at fáa í bókahandlunum um landið og kostar 329 kr.
Ingun hevur áður skrivað barna- og ungdómsbøkur, eina ungdómsskaldsøgu og eitt stuttsøgusavn. Hon er fødd í 1968 og uppvaksin í tvímæltari familju í Hósvík. Hon hevur útbúgving sum korrespondentur í enskum og týskum og BA/ED í enskum. Ingun Christensen hevur yrkt, síðan hon var smágenta, fyrsta yrkingin kom á prent í Kvinnu í 2009. Vilstar røtur er fyrsta skaldsøga hennara til vaksin.