Bókaframløga í Varpinum

Jákup minnist allar teir í ketilsdraktum, teir í egningarskúrunum, fullfermdu bátarnar, grindirnar, buldrasligu ferðirnar til útoyggjarnar eftir mjólkadunkum

Myndir: Dávur Winther
Dávur Winther
20. november 2024 kl. 20:10

Jákup Andreasen legði bókina Afturbrá fram í Varpinum seinnapartin sunnudagin, har Varpið var at kalla fullsett.

Tað er Sprotin, sum hevur sett bókina upp og greitt hana til prentingar - Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar, sum Sprotin tekur til.

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um í arbeiðshøpi, birtast mangar sjáldsamar hugsanir.

Hetta hendi Jákupi Andreasen, meðan krímsjúkan, Korona legði so mangt vanligt og gerandisligt lamið og fekk dagarnar at grána.

Hann vav sær eitt marglitt klútateppi úr løtum, sum savnaðar eru í myndum, og skapti úr teimum ein bita um Norðoyggja søgu, hann sjálvur hevði verið vitni til.

Hann minnist allar teir í ketilsdraktum, teir í egningarskúrunum, fullfermdu bátarnar, grindirnar, buldrasligu ferðirnar til útoyggjarnar eftir mjólkadunkum.

Hugdi at teimum, hann plagdi at síggja sum drongur og unglingi, og hugurin fór á reik. Ferðina festi hann á blað og skrásetti á henda hátt enn eitt gott blað og klípi til Norðoya søgu.

Jákup hevði sett ein hóp av bókum í ein krók í Varpinum, fólk kundu keypa av. Tað var so skjótt, at tað minkaði burturav, tí so nógv vildu kanna sær eitt eintak av hesi áhugaverdu bók.

Varpið var at kalla fullsett, og meðan fólk gingu inn, spældi Jógvan við Keldu hugnaligar tónar á stásiliga flyglið.

Sonja Kjølbro, sum hevur umbrotið bókina, beyð vælkomin og gav orðið til høvundan. Jákup greiddi frá lívsleið síni og um, hvussu hann hevði varðveitt í minninum og síðani í myndum sín uppruna bæði her í Klaksvík, men ikki minni í Kalsoynni.

Sum Jákup greiddi frá, hevur hann ættarbond bæði av Húsum og av Nesi, og reikaði hann nógv sum ungur og unglingi, haðani flestu myndirnar eru.

Pápin, sum var maskinkønur og átti bát, hevði Jákup nógv við sær til ymiskt, so hann fekk alsk til sjógvin og bygdarsøgurnar um somu leið.

Jákup vísti fleiri myndir úr bókini - stuttligar og mangan beinraknar bygdasøgur, sum hann hevur knýtt tekst til.

Jú, har vóru nógv fólk við í kvøld, sum kundu snakka uppí um myndirnar og leggja onkrar søgur afturat. Eisini var boðið kaffi og te, sum hjálpti til prátið.