Bókaframløga: Barnabókin Hilda og Monsi verður løgd fram í Norðragøtu

Bókin verður løgd fram leygardagin 11. september í býráðshúsinum í Norðragøtu. Høvundurin fer at lesa upp úr bókini, stjórin á Bókadeildini fer at halda røðu og klaverleikari Jón Eliassen fer at spæla

Tíðindaskriv
5. september 2021 kl. 09:00

Í august gav Ranvør Isholm út barnabókina Hilda og Monsi, og leygardagin 11. september 2021 kl. 15 verður bókin løgd fram í býráðshúsinum í Norðragøtu.

Stjórin á Bókadeildini fer at siga nøkur orð um útgávuna, høvundurin fer at lesa upp úr bókini, og klaverleikarin Jón Eliassen spælir nakrar tónar, sum børnini kenna aftur. Eisini verður kaffi og okkurt søtt til góman.

Eitt sindur um bókinaHilda og Monsi snýr seg um gentuna Hildu og dreingin Monsi, sum eru vinir. Ein dagin hvørvur Monsi inn í ein Álvaheyggj …

Lena Nicolajsen hevur myndprýtt bókina, ið egnar seg væl til børn, sum eru umleið 3-5 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út. Mentanargrunnur Landsins og Eysturkommuna hava stuðlað útgávuni.

Tiltakið er eitt samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Eysturkommunu.