Bókadeildin gevur út nýggjar barna- og ungdómsbøkur

Nýggjastu bøkurnar hjá Bókadeildini flúgva høgt, ferðast langt, eru heilt nær og viðkomandi og seta hugflog og frásøgugleði...

Innsent
28. mars 2018 kl. 13:18

Nýggjastu bøkurnar hjá Bókadeildini flúgva høgt, ferðast langt, eru heilt nær og viðkomandi og seta hugflog og frásøgugleði í hásæti. 

Hesa ferð eru tvær upprunaføroyskar myndabøkur í hópinum til tey yngstu børnini. 

Bøkurnar vísa okkum heimin, sum vit liva í – og heimar, sum vit bert kunnu ímynda okkum. Tær eru djarvar og spennandi, men eisini fjálgar og inniligar.

Áh Óh – Mánin

Jenny Kjærbo hevur skrivað og myndprýtt hesa litføgru og eygagóðu bókina um lundapisurnar Stóru og lítlu. 

Hetta er onnur bókin um tær báðar pisurnar. Í tí fyrru, Áh Óh, kemur lítla úr egginum og – áh óh - Stóra bleiv stórasystur! 

Hesa ferð spæla Stóra og lítla í fjøruni. Knappliga er okkurt stórt og gult har, og Stóra veit væl, hvat tað er – tað er mánin. Og hann flýgur av stað við lítlu. 

Bókin er til tey 0-1 ára gomlu, innbundin og 13 bls. til longdar.

Eg eri ein prinsessa

Elin á Rógvi hevur skrivað og Heiðrikur á Heygum hevur myndprýtt hesa bókina um Katrina, sum er ein prinsessa. 

Katrin hevur eitt heilt serstakt hugflog, og tað skínur ígjøgnum í allari søguni, bæði í tekstinum og á myndunum. 

Úr hugflognum hjá henni sprettur eitt garvilt ævintýr, sum gongur fyri seg í barnagarðinum. Katrin finnur út av, at ein kona í veruleikanum er ein heks, og at hon er í parti við tí glúpska og froysandi uppvaskidrekanum. 

Drekin ætlar sær at stjala gullið á gullfiskinum Blobb. Men Katrin hevur gjørt av at bjarga honum, og tað fer hon sjálvandi at klára. Tí hon er ein prinsessa. 

Bókin er til tey 2-6 ára gomlu, hon er innbundin og 26 bls. til longdar.

Heimsins vandamiklasta harkalið

Hetta er ein stuttlig og garvill søga eftir norska rithøvundin Arne Svingen. Bókin hevur eitt fantasiríkt spæl við teksti og myndum í ymiskum støddum og sniði. 

Ida Larmo hevur myndprýtt. Hon snýr seg um dreingirnar Killer, Skrappa og Kryvjaran, sum eru í Heimsins vandamiklasta harkaliði. Ein dagin kemur ein genta fram á teir í Illaskógi, har teir halda til. 

Henda gentan er eisini øgiliga skrøpp, og hon ætlar sær so víst eisini at vera í harkaliðnum. Dreingirnir verða púrasta tiknir á bóli av henni – og lesarin verður bæði hugtikin og undirhildin. 

Bókin er til tey 7-9 ára gomlu, hon er innbundin og 69 bls. til longdar. Vagnur Streymoy hevur týtt bókina til føroyskt.

Kepler62, Ferðin og Slóðarar

Kepler62 er ein spenningsrøð eftir norska rithøvundin Bjørn Sortland og finska rithøvundin Timo Parvela, sum skriva aðruhvørja bók. Finski myndprýðarin Pasi Pitkänen hevur myndprýtt. 

Nú eru triðju og fjórðu bøkurnar útkomnar á føroyskum, og tað er Jákup Sørensen, sum hevur týtt. Tær báðar undanfarnu bøkurnar eita Innbjóðingin og Niðurteljing. Bøkurnar snúgva seg um børnini Ari, Jóna og Mariu, sum í Ferðini verða send á ta longstu rúmdarferðina í søguni hjá mannaættini. Vandarnir á ferðini eru nógvir – halastjørnur, loftsteinar og ormahol. 

Í Slóðarar eru tey komin til gongustjørnuna Kepler62e. Maria veit, at tey ikki eru einsamøll á gongustjørnuni, men kann hon líta á hesar verurnar? Jóni verður lívshættisliga sjúkur, og tá noyðist hon at taka kjansin. 

Bøkurnar eru til tey 10-12 ára gomlu, tær eru heftar og 150 bls. til longdar.

Bókin um dust - La belle sauvage

Hetta er fyrsta bókin av trimum í nýggju røðini hjá heimskenda rithøvundinum Philip Pullman. Í hesi bókini fara vit aftur til heimin, sum vit kenna úr teimum trimum bókunum um Myrkursins frumevni – Norðlýsi, Tann tvíeggjaði knívurin og Ravkikarin

Í Bókini um dust - La belle sauvage fáa vit forsøguna hjá hesum bókunum. Hon snýr seg um Malcolm Polstead, sum arbeiðir á vertshúsinum hjá foreldrum sínum. 

Og har hoyrir hann orðið dust. Tað er okkurt serligt við hesum dustinum. Sum um tað ikki er heilt vanligt dust. Tað regnar sum ongantíð fyrr, og alt verður undir í vatni. 

Eitt stríð millum vísindi, politikk og átrúnað er byrjað. Malcolm missir alt í illveðrinum, og hann noyðist at fara á eina ferð, sum broytir lív hansara. 

Við á ferðini í kanoini, sum eitur La belle sauvage, eru pinkubarnið Lyra og Alice – og sjálvandi teir tríggir daimonarnir hjá teimum. 

Vagnur Streymoy hevur týtt bókina til føroyskt. Bókin er til ung, hon er heft og 478 bls. til longdar.