Bókadeild Føroya Lærarafelag útgivið hópin av barnabókmentum

Føroyskir bókahandlar eru nú á tremur við bókatilfari til børn, frá Bókadeild Føroya Lærarafelag

Guðrun í Jákupsstovu
28. august 2017 kl. 13:30

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur í summar útgivið hópin av barnabókatilfari. Talan er bæði um klassisku ævintýrini hjá H. C. Andersen, sum er útgivin í einum vøkrum savni, við øllum teimum kendastu ævintýrunum í. Eisini eru nýggjari bøkur útgivnar, sum passa øllum aldursbólkum. M.a. søgurnar um Petur Kanin, eftir Beatrice Potter. Fergus Barnaby søgurnar, skrivaðar av David Barrow. Bókin um drongin, Vitello, eftir Kim Fupz Aakeson. Umframt hetta eru eisini spildurnýggjar, týddar bøkur eftir Philip Pullman og Sally Gardner útgivnar.

Bøkurnar henta øllum aldursbólkum, heilt frá 3-4 ára aldri upp 13-15 ár. 

Umframt søgur, gevur BFL eisini út skúlatilfar, har mann kann læra føroyska stavraðið, tølini, teljiuppgávur og eisini læra um ferðslu.