Bókadagar 2024: Hví eiga vit framvegis at lesa Heinesen og Laxness?

Okkara William Heinesen og Halldór Laxness úr Íslandi eru millum mætastu rithøvundar í Norðurlondum. Á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum, 16 - 17. november, fara Halldór Gudmundsson (IS) og Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum, at greina hesi bæði ritverkini.

Tíðindaskriv
7. november 2024 kl. 13:35

Okkara William Heinesen og Halldór Laxness úr Íslandi eru millum mætastu rithøvundar í Norðurlondum. Á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum, 16 - 17. november, fara Halldór Gudmundsson (IS) og Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum, at greina hesi bæði ritverkini.

Báðir eru teir - Heinesen og Laxness - kendir fyri djúpu, søguligu skaldsøgurnar og framúrskarandi stuttsøgurnar við týðiligari forteljaragleði, sosialum tilviti og speiskum tóna, sum er eyðkennið við teirra skaldskapi. 

Eru hesar skaldsøgurnar og stuttsøgurnar framvegis viðkomandi í dag, og hvat eiga vit at taka burturúr teimum framyvir eisini?

Gudmundsson vil eisini greiða týdningin av íslendska bókmentaarvinum úr miðøld til í dag. Hvørja ávirkan hevur hendan mentanin havt á frælsisstríðið í 19. øld, og hvussu heldur hon fram við at blóma í nýmótans bókmentum, sum verða lisnar um allan heim?

Halldór Gudmundsson, bókmentagranskari og rithøvundur, varð borin í heim í Reykjavík í 1956. Hann hevur eitt nú fingið íslendska bókmentavirðisløn fyri sína ævisøgu um Halldór Laxness, sum er vorðin týdd til fleiri tungumál.

Komið og lýðið á, hvussu íslendarar hava varðveitt siðvenjuna frásøguskaldskapur, og hvørji drøg eru at síggja í nýmótans bókmentunum.

Leygardagin, 16. november, kl 14.00 í Norðurlandahúsinum.

Tiltakið er ókeypis og partur av Bókadøgum 2024

Fyriskipari: Rit&Rák, stuðlað av Sprotanum, og í samstarvi við Norðurlandahúsið.