Í 1887 giftust ein genta úr Klaksvík og ein drongur av Strondum. Tey festu búgv undir Selheyggi og fingu seks børn.
Í 1900 doyði hon í barsilssong. Í 1905 doyði hann.
Eftir sat ein systkinaflokkur, elsta barnið 16 ár, tað yngsta 4. Børnini fóru til fosturs hjá góðum fólki.
Um sjeyti ár seinni skrivaði eitt teirra, næstelsta dóttirin, Hanna, ævisøgu sína, sum nú er týdd og verður prentað.
Umframt verður greitt frá, hvussu skift varð eftir hesi hjúnini, sum vóru fyri vanlagnu.
Hanna skrivaðist Jóhanna Poulina Klein. Hon varð fødd í Klaksvík í 1890 og doyði í Roskilde í 1993 – júst fylt 103 ár.
Í endurminningunum skrivar hon um barndómin í Klaksvík, um lívsleiðina, sum fevnir um ungdómsdagar í Jútlandi, Keypmannahavn og London og um vaksnamannaár í Roskilde.
Søga hennara gevur innlit í korini hjá ognarleysum fólki í Føroyum um aldamótið 1900.
Árni Dahl hevur týtt og skrivað viðmerkingar til hesa lívssøguna. Umframt hevur ein ommudóttir Honnu, Lotte Lindberg, skrivað eitt minnisbrot um ommuna.
Bókin fæst í øllum bókabúðum.
Forlagið FANNIR