Bogi Krossteig: Dreymurin um Magnus Heinason sum eftirgjørt riv er brostin

Bogi Krossteig hevur mist vónina um, at fáa Magnus Heinason søktan inni í Kaldbaksfirði, nú skipið er sett á sølulista. Hann heldur, at tað er spell, at farið verður eftir løtuvinninginum, heldur enn langtíðarvinningin, sum skipið kundi havt fyri Føroyar og føroyska ferðavinnu

Sigurjón Einarsson
11. mai 2021 kl. 14:15

Hann vónaði til tað síðsta, men nú má Bogi Krossteig síggja í eyguni, at dreymurin – at fáa Magnus Heinason gjørdan til eitt eftirgjørt riv í Kaldbaksfirði – er brostin, nú Magnus Heinason er settur á sølulista.

Gamla havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, er nú formliga lýstur til sølu. Tað er føroyska skipsmeklarafyritøkan Maretec, sum stendur fyri søluni. Lýsingin sæst her.

Bogi Krossteig, sum hevur havt eina umsókn inni í Fiskimálaráðnum, um at kavarar kunnu fáa nyttu av gamla havrannsóknarskipinum, sigur við Dimmalætting, at ætlanin, við gamla rannsóknarskipinum, nú er farin fyri bakka.

- Hóast vit einki svar enn hava fingið uppá umsóknina, so hevur dialogur verið millum partarnar. Men nú, tá ið skipið er sett á sølulista, má eg viðurkenna, at dreymurin – um at fáa Magnus Heinason søktan í Kaldbaksfirði, so hann verður eitt eftirgjørt riv – er brostin, sigur Bogi Krossteig, stigtakari til ætlanina.

Bogi heldur, at tað er spell, at farið verður eftir løtuvinninginum, heldur enn langtíðarvinningin, sum skipið kundi hava havt fyri Føroyar og føroyska ferðavinnu, var tað søkt í Kaldbaksfirði.

- Vit hava ikki ráð til at bjóða uppá skipið, og tí høvdu vit eina vón – við umsóknini inni í Fiskimálaráðnum – at vit kundu varðveita ein part av føroyskari fiskisøgu við at fáa skipið, tí Magnus Heinason hevur havt stóran týdning fyri føroyska fiskivinnugransking, og tí hevði tað verið vert at varðveitt tað júst í hasum umhvørvinum, sigur Bogi Krossteig.

Hyggur eftir øðrum alternativum

Nú, tá ið dreymurin hjá Boga Krossteig við Magnus Heinasyni er brostin, sigur hann, at enn er ætlanin at fáa eitt skip søkt í Kaldbaksfirði, men nú má hyggjast eftir øðrum alternativum.

- Eg veit, at har liggur ein fóðurflaki norðuri í Víkum á Vágoynni, sum er sokkin. Nú veit eg ikki, hvussu støðan er við fóðurflakanum, men um so er, at flakin verður tikin uppaftur og hann ikki kann brúkast aftur, so vilja vit gjarna frætta frá Hiddenfjord, sigur Bogi Krossteig.

Tað var í illveðrinum tann 5. apríl, at fóðurflakin, Hellutangi, sleit á Víkum. Hann rak á land við Reipsáfoss og sakk.

- Støðan er ikki góð. Flakin er sokkin, og hevur fingið stóran skaða í botnin niðarliga á bakborðssíðu. Tó tykist ovari partur av flakanum at vera í hampiligum standi, segði Hiddenfjord í tíðindaskrivi fyri viku síðani.

Hiddenfjord sigur, at avgerð er tikin um, at gera eina roynd at lyfta Hellutanga upp við luft.

- Hetta arbeiði er farið í gongd, men av tí at Víkar er eitt sera kyrruvánt stað, og tí at líkindini eru vánalig, kemur bjargingarroyndin at taka drúgva tíð, sigur felagið.

Fakta um ætlanin – at fáa Magnus Heinason sum eitt eftirgjørt riv:

Ætlanin hjá Boga Krossteig og øðrum var at leggja Magnus Heinason beint út fyri lítlu kaiina í Kaldbaksbotni, har dýpið er millum 20 og 25 metrar, sum eisini sæst á dýpdarkurvunum á hjáløgdu myndini frá kortal.fo. Bogi hevur sjálvur verið á økinum og kanna viðurskiftini til endamálið. Her hevur hann kannað hvussu dýpið er, hvussu botnurin sær út, hvat lív er á botni og hvussu bátaferðslan er.

Magnus Heinason er bygdur í 1978, og tað er Føroya Landsstýrið, sum eigur skipið.

Magnus Heinason varð nýttur øll árini frá 1981 til mars mánað í ár sum havrannsóknarskip. Skipið hevur gjørt eina ørgrynnu av kanningum, millum annað trolkanningar, akustiskar kanningar, yngulkanningar, ætikanningar, hydrografiskar kanningar og seismiskar kanningar.

Nú er Magnus Heinason avloystur av nýggja og meira tíðarhóskandi rannsóknarskipinum, Jákup Sverra.