Bogi er aftur í Fuglafirði

30 ára gamli miðvallarin hevur skrivað undir sáttmála við ÍF fyri 2024

Bogi Reinert-Petersen saman við ÍF formanninum Georges Rouah. Mynd: ÍF
Jóannes Hansen
31. desember 2023 kl. 23:12

Tað hevur ljóðað síðani einaferð í heyst, og nú er tað veruleiki.

Nýggjársaftanskvøld upplýsir ÍF, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Boga Reinert-Petersen, sum tvey tey seinastu árini hevur verið ein av lyklaspælarunum í EB/Streymi. Í fjør var hann ikki sørt skaðadarvaður. Bogi var við í 23 dystum og skoraði fimm mál. Í 2022 var hann við í 22 dystum og skoraði tvey mál.

Bogi Reinert-Petersen, sum 20. februar verður 31 ár, hevur sambært faroesoccer.co spælt 187 dystir í bestu landskappingini og skorað 24 mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 16 dystir og skorað seks mál. Í Europa hevur hann spælt fýra dystir.

Bogi var fyrstu ferð á besta liðnum hjá ÍF í 2011, og hann umboðaði ÍF øll árini fram til 2019 og 2020, tá ið hann var í Víkingi. Í 2021 var Bogi aftur í Fuglafirði, og eftir tvey ár við Margáir og í Hólmanum á Eiði verður hann nú aftur í Fuglafirði og Fløtugerði.