Bogaskjótingin skotin í gongd

Fyrsta innandura skjótikappingin í kappingarárinum avgreidd.

Dan Lamhauge
1. november 2020 kl. 21:29

Um vikuskiftið skipaði bogaskjótifelagið Ørvur fyri ársins fyrstu kapping í bogaskjóting. Børn og ung kappaðust á 12 metra fjarstøðu, og tey vaksnu á 18 metra fjarstøðu.

Hjá børnum og ungum vóru 4 luttakara, og støðan gjørdist tann, at Jóhanna F. Haraldsen vann gull, Hanna Ellefsen vann silvur og Ísak Kristiansen vann bronsu.

Í compound vóru tríggir luttakarar. Eftir innleiðandi umfarið kappaðust Kaj Johannesen og Nikkel Petersen um at sleppa at skjóta finalunaumfar móti Jóannesi Poulsen. Í tættari hálvfinalu eydnaðist Kaj at vinna við einum stigi. Hann møtti so systkinabarni sínum finaluni, sum eisini gjørdist tøtt og spennandi. Tá saman um kom vann Kaj finaluna og fekk gull, Jóannes vann silvur, og Nikkel fekk bronsu.

Í recurve hjá kvinnum vóru einans tveir luttakarar. Tóra Dinna Reynskor vann greitt á Pernille Krogh.

Hjá monnunum var tað ein kendur harri, sum vísti vegin. Eggaba Andreassen var bestu innleiðandi, hann vann hálvfinaluna sannførandi og í finaluni móti Jákupi Drayton var klassamunur. Gull til Eggaba Andreassen, silvur til Jákup Drayton og bronsa til Høgna á Plógv.