Ongi úrslit

Bogaskjótararnir eru úr gulli

Níggju gullkrónur og fýra krónur úr silvuri vera í viðførinum til hús aftur hjá bogaskjótarunum, sum hava skotið síðsta pílin á oyggjaleikunum í Orknoyggjunum

Bogaskjótisamband Føroya
Í gjár kl. 15:10

Bogasamband Føroyar skrivar soleiðis nú seinnapartin:

- Fantastiskt!!! Gull-heiðursmerki til bæði compoundliðið og recurveliðið í dag.

Hetta vóru samstundis seinastu kappingarnar hjá okkara bogaskjúttum á Oyggjaleikum 2025 í Orknoyggjum. Og fongurin hesa ferð: 9 gull og 4 silvur.

Í full FITA fyrsta kappingardagin vunnu Anja Eydnudóttir, Nikkel Petersen og Hans Petur Højgaard gull í ávikavist kvinnur compound, menn compound og menn recurve, og Jóannes Poulsen vann silvur hjá monnum compound. Bæði recurveliðið og compoundliðið vunnu eisini gull í full FITA.

Annar dagurin var einasti dagurin, har marginalarnar vóru imóti okkum. Vit høvdu tveir bronsudystir í kappingunum hjá blandaðum pørum, men taptu báðar. 

Triðja dagin, í gjár, herjaðu vit á aftur í einstaklingakappingini (720-umfar), har Nikkel Petersen vann gull hjá monnum compound við einum teprum finalusigri á Jóannesi Poulsen, sum sostatt vann silvur. Eisini Anja Eydnudóttir, kvinnur compound, og Hans Petur Højgaard, menn recurve, vunnu silvur.

Og vit endaðu kappingina í dag við gullheiðursmerkjun í blandaðum liðum í bæði recurve og compound.

Hetta hava verið einir avbera góðir oyggjaleikir hjá føroyskari bogaskjóting, og BSKF takkar so hjartaliga øllum hópinum fyri stórfingna avrikið. Eisini takka vit av hjarta sponsor-stuðlunum EUR Express, Hiddenfjord, Atlantic Airways Aviation Academy, Smyril Line Cargo, Klima, Atlantic Airways, Vónini, Norðoya Litbúð, Kiosk Vár, Vága Floghavn og Baldur’s Archery - umframt teimum, ið ynsktu at verða ónevndir. 

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

15. juli kl. 21:56

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

Í gjár kl. 14:12

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Hava bíðað í 60 ár - men nú verður tað

16. juli kl. 15:00

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04