Nýggja mentanarhúsið, Varpið í Klaksvík, fær nú tríggjar milliónir afturat í stuðuli úr landskassanum.
Tingfólkini hjá Fólkaflokkinum úr Norðoyggjum høvdu lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Varpinum fimm milliónir afturat.
Tey halda, at Varpið hevur verið fyri vanbýti, tí onnur mentanarhús, eitt nú Salt, fingu 33 prosent av íløgukostnaðinum í stuðuli.
Nú hevur Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum viðgjørt málið og tey eru samd um at játta Varpinum tríggjar milliónir afturat - og tað hava eisini uppskotsstillararnir góðtikið.
Annars hevur Varpið søkt um at fáa 15 milliónir í almennum stuðuli og higartil hava tey fingið 12 milliónir í stuðuli.
Fíggjarnevndin sigur, at mannagongdirnar í sambamd við hetta málið um Varpið, hevur verið heldur tilvildarlig, um samanborið verður við líknandi verkætlanir.
Tí er nevndin samd um at játta Varpinum tríggjar milliónir afturat, so hava tey fingið tað, tey hava biðið um.
Men Fíggjarnevndin dylur heldur ikki fyri, at tey vilja hava greiðar mannagongdir fyri játtanir av hesum slag - og tað vilja tey hava, áðrenn stuðul verður játtaður til fleiri verkætlanir av hesum slagi.