Boðaðu frá grind í morgun - men tað var tað ikki
Tey gjørdu ikki meiri við tað
Áki Bertholdsen
15. apríl 2024 kl. 08:40
Tíðliga í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá grind í Tangafjørði, ímillum Stong og Eystnes. Men tá ið tey kannaðu tað nærri, mettu tey, at talan var um springarar, so sýslumaðurin gjørdi av at lata teir fara.
Men eina løtu seinu ringdu tey av vaktarskipinum, Tjaldrinum, at fortelja, at talan var um nýsur.