Bocciakapping á Føroyaleikum

Í samband við Føroyaleikir verður skipað fyri stórari bocciakapping í høllini á Hálsi í Havn. Kappast verður í tveir dagar, í tveimum bólkum

Tíðindaskriv
7. juni 2021 kl. 15:03

Í samband við Føroyaleikir verður skipað fyri stórari bocciakapping í høllini á Hálsi í Havn. Kappast verður í tveir dagar, í tveimum bólkum.

Leygardagin 10. juli verður innleiðandi umfar í kappingini fyri fólk við menningartarni.

Sunnudagin 11. juli kappast bólkurin fyri fólk við rørslutarni, og finalur verða í kappingunum fyri fólk við menningartarni.

Luttøkugjaldið er 100,- krónur og skal gjaldast við tilmelding.

Allir luttakarar fáa t-troyggju og drekkidunk.

Eisini er møguleiki at bíleggja matpakka við tilmelding.

Freistin at melda er leygardagin 19. juni og fer fram á síðuni hjá Føroyaleikum her: 

https://flpara.atgongumerki.fo/organizer/1218462/event