BMW er nýggi kongurin innan elbilar

BMW hevur yvirhálað Tesla innan evropeiska elbilasølu

Ragnar Sjúrðarson
23. august 2024 kl. 11:16

BMW hevur sett seg í førarasetrið í evropeiska marknaðinum innan elbilar, og hevur á fyrsta sinni yvirhálað Tesla innan sølu av elbilum.

Við góðum modellum sum iX1 og i4 hevur týski bilframleiðarin selt fleiri elbilar enn Tesla í juli, har BMW seldi 14.860 elbilar í Evropa, sum er ein flott framgongd uppá 35 prosent, samanborið við juli 2023.

Tesla, sum leingi hevur verið einaráðandi á altjóða elbilamarknaðinum, seldi umleið 300 færri elbilar enn BMW í sama tíðarskeiði.

Í 2023 var myndin øðrvísi.

Í juli í fjør seldi Tesla 18.025 elbilar, meðan BMW einans seldi 10.988.

Hóast Tesla enn er heimsins størsti elbilaframleiðari, fær amerikanska fyritøkan kapping frá fleiri, ikki minst frá kinesisku BYD, sum spakuliga hálar seg inn á Tesla tá tað kemur til altjóða sølu. Tað skrivar Reuters.

Meðan BMW hevði eina sólskinsøgu í juli, eru tað aðrir bilframleiðarar, ið hava upplivað stórar avbjóðingar.

Volkswagen, sum leingi hevur verið ein sterkur spælari í Evropa, seldi í juli bert 12.177 elbilar, ið er 31 prosent minni enn í juli 2023.

Hetta setti Volkswagen á eitt triðja pláss aftaná BMW og Tesla.

Volvo hevur havt eina stóra framgongd uppá 265 prosent í søluni, takkað verið nýggja elektriska SUV EX30, sum hevur hjálpt til at selja 10.953 elbilar í juli.