Bloomberg: Tey ríku gerast - nógv - ríkari

Koronakreppan sæst ikki at hava gjørt stórvegis mun hjá teimum ríkastu í heiminum. Heldur tvørturímóti, tí nú vit eru farin inn í 2022 kunnu tíggju tey ríkastu í heiminum breggja sær av at eiga virðir fyri meira enn 100 milliardir dollarar, sum svarar til umleið 660 milliardir krónur

Sveinur Tróndarson
2. januar 2022 kl. 17:34

Ongantíð hava tey ríkastu í heiminum verið so rík.

Tað skrivar amerikanski miðilin cnbc.com á heimasíðu, og hann hevur Bloomberg Billionaires Index, vit kunnu kalla tað milliardingayvirlitið hjá Bloomberg, sum keldu. Milliardir, tí tað sum amerikumenn kalla fyri billions, tað kalla evropearar fyri milliardir.

Bloomberg ger regluliga upp, hvussu nógv tey ríku eiga, og seinasta uppgerðin, sum varð gjørd í desember vísti eina søguliga gongd. Tí tað er fyrstu ferð nakrantíð, at tíggju tey ovastu á listanum eru verd meira enn 100 milliardir dollar, tað vil siga, at tey eiga meira enn 660 milliónir krónur.

Tann sum eigur minst av tíggju teimum ovastu, er Larry Ellison, sum var ein av stovnarunum av Oracle, hann átti sambært yvirlitinum hjá Bloomberg 107 milliardir dollarar, sum svarar til 700 milliardir krónur.

Tað munar kortini lítið aftur ímóti tí, sum tey ríkastu eiga, tí Elon Musk, stjóri og stóreigari í SpaceX, Tesla og øðrum feløgum, er verdur 270 milliardir dollarar. Tað svarar til næstan 1.800 milliardir føroyskar krónur. Jeff Bezos, stjóri og eigari av Amazon, er verdur 192 milliardir dollarar, Bernard Arnault er verdur 178 milliardir dollarar og Bill Gates 138. Mark Zuckerberg, grundleggjari av Facebook, er sambært yvirlitinum mettur at vera góður fyri 125 milliardir dollarar.

Tað er ikki so nógv tað, at tað eru rík fólk til í heminum, tí tað hava tað altíð verið so at siga. Men tað er umfangið av ríkidøminum, og hvussu nógv tað er økt hetta seinasta árið, sum er ørandi, tí bara hetta seinasta árið er ognin hjá hesum tíggju fólkunum økt við 2,6 billiardum krónum. Tað vil siga 2.600 milliardum krónum, í eini tíð, tá heimurin annars hevur kikka eftir ondini á øðrum økjum.

Leggja vit ríkidømi hjá tíggju teimum ríkastu í heiminum saman, síggja vit, at tey eru verd meira enn 10 billiardir krónur.

Tað eru ivaleyst fleiri áhugaverd viðurskifti í samband við yvirlitið yvir tey ríkastu, men tað er eitt sum er lætt at leggja merki til. Tað er, at av tíggju teimum ríkastu arbeiða átta við tøkni.