Blatter og Platini ákærdir fyri fíggjarsvik

Fyrrverandi fótbóltsforsetarnir Sepp Blatter og Michel Platini eru ákærdir fyri fíggjarsvik í Sveis

Sigurjón Einarsson
5. november 2021 kl. 11:07

Sepp Blatter og Michel Platini eru endaðir í fleiri løgfrøðiligum trupulleikum.

Týsdagin valdi sveisiski ákærumyndugleikin at ákæra fyrrverandi fótbóltsleiðararnar fyri “fíggjarsvik og onnur lógarbrot”. Hetta merkir, at Platini og Blatter nú skulu ein túr í rættin.

Tað skrivar tíðindastovan AP, sambært BBC.

Eftir at hava kannað eina heldur ivasama pengaflyting millum teir báðar er avgerð tikin at ákæra fyrrverandi fótbóltstopparnar. Pengaflytingin var orsøkin til, at teir báðir vórðu útihýstir frá fótbóltssamgongunum (FIFA og UEFA, red.), teir stóðu á odda fyri vegna korruptión.

Sepp Blatter var forseti fyri FIFA frá 1998 til 2016, meðan Michel Platini stóð á odda fyri UEFA frá 2007 til 2016.

Ólóglig pengaflyting

Ákæran móti teimum báðum er ein pengaflyting á tvær milliónir sveisarafrankar frá táverandi FIFA-forsetanum, Sepp Blatter, til Platini í 2011.

Gjaldingin kom stutt eftir, at Platini alment boðaði frá, at hann ikki fór at stilla upp sum mótvalevni til FIFA-forsetavalið í 2011. Hóast manglandi skjalprógv, so søgdu báðir, at talan var um konsulentarbeiði, sum Platini hevði gjørt fyri FIFA frá 1999 til 2002.

– Prógvini, sum ákærumyndugleikin hevur samlað, váttað, at hendan pengaflytingin til Platini var gjørd á ólógligan hátt, sigur ákærumyndugleikin í eini fráboðan.  

Platini hevur síðani 2015 stríðst fyri at reinsa sítt navn, og er enn innblandaður í rættarmál í Sveis. Hann heldur, at alt hetta málið er ein samansvørjing, ið skuldi forða honum í at loysa Sepp Blatter av sum FIFA-forseti.

Platini og Blatter eru eisini ákærdir fyri óreiðiliga leiðslu, álitisbrot og eisini falsan av virðispappírum frá sakini um ólógligan pengaflutningin í 2011.