Blatter og Platini fríkendir í Fifa-gøluni

- Eg eri ikki ósekur í mínum lívi, men í hesum førum eri eg ósekur, segði Blatter áðrenn hann varð fríkendur í rættinum. Ein dómstólur í Sveis hevur í dag fríkent bæði Sepp Blatter og Michel Platini í máli um illgrunasamar pengaflytingar í 2011

Ein smílandi Sepp Blatter sæst her tosa við fjølmiðlarnar beint áðrenn dómur fall. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
8. juli 2022 kl. 09:34

- Eg eri ikki ósekur í mínum lívi, men í hesum førum eri eg ósekur, segði Blatter áðrenn hann var funnin fríkendur í rættinum.

Ein dómstólur í Bellinzona í Sveis hevur í dag fríkent bæði Sepp Blatter og Michel Platini í máli um illgrunasamar pengaflytingar í 2011. Hesum boða fleiri tíðindamiðlar í Sveis frá. Eisini tíðindastovan DPA hevur boðað frá hesum.

Ákæran móti teimum báðum var ein pengaflyting uppá tvær milliónir sveisarafrankar frá táverandi FIFA-forsetanum, Sepp Blatter, til Platini í 2011. Blatter og Platini vóru sostatt ákærdir fyri mutur í sambandi við peningaflytingina í 2011.

Ákærumyndugleikin kravdi, at fyrrverandi stjórarnir í Fifa og Uefa skuldu revsast við 20 mánaða treytaða fongsulsrevsing, men soleiðis bleiv ikki. Ístaðin er báðir tveir nú fríkendur í málinum.

- Eg vil gjarna siga tykkum frá mínari gleði frammanfyri øllum mínum kæru, at rættvísi endiliga er hevur sigrað aftaná sjey ár við lygnum og manipulatión, segði Platini eftir at dómstólurin hevði fríkent hann í málinum.  

Í 2015 sá tann sokallaða Fifa-gølan dagsins ljós. Eftir hetta vóru bæði Sepp Blatter og Michel Platini útihýstir frá fótbólti. Kanningararbeiðið í málinum hevur tikið umleið seks ár.

Sepp Blatter var forseti fyri FIFA frá 1998 til 2016, meðan Michel Platini stóð á odda fyri UEFA frá 2007 til 2016.