Blásti væl meiri enn loyvt er
Ein bilførari er skuldsettur fyri at koyra við kenning
Áki Bertholdsen
13. juli 2024 kl. 10:10
Hetta vikuskiftið er vestanstevna í Sandavági og av tí sama ger løgreglan meiri burtur úr at vera í Vágum enn tey kanska vanliga gera.
Og ímeðan tey koyrdu runt í Vágum í nátt, bóru tey eyga við ein bil, har bilførarin var í ferð við at parkera.
Løgreglufólkini gjørdu av gera prát við bilføraran og tá fingu tey illgruna um, at hann var ikki edrúir. Tí varð hann biðin um at blása í alkometrið og tá máldi tað eisini væl meiri enn tað, sum loyvt er, sigur løgreglan.
Sostatt varð hann handtikin og blóðroynd varð tikin av honum og síðani varð hann leyslatin aftur. Úrslitið av blóðroyndini verður so avgerðandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.