Sum heild hevur tað verið rættiliga friðarligt á G-festivalinum. Men síðstu nátt fekk ein maður kortini bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.
Løgreglan var í ferð við at avgreiða eitt mál, men so kom ein maður og blandaði seg upp í. Og tá ið tað ikki nyttaði hjá løgreglufólkunum at biðja hann blanda seg uttan um, varð hann skrivaður upp.
Løgreglan sigur, at í gjárkvøldið ringdu tey so til hann og fortaldu honum tey tíðindi, at hann hevði fingið bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar tí hann ikki vildi akta boðini frá løgregluni. Tá ið talan er um ólátaðan atburð, er bótin 1.500 krónur.
Tey siga, at tað var hann ikki ordiliga nøgdur við og hann skildi heldur einki av tí - men bótin stendur við.
Í gjár varð eisini ringt til løgreglun av flogvøllinum at koma eftir einum fullum manni. Hann skuldi av landinum, men hann var so drukkin, at tey vildu ikki hava hann við í flogfarið.
Løgreglan fór eftir honum og legði hann í brummuna at sova rúsin av sær.