Sambært BBC hevur fyritøkan Oji Holdings, sum fleiri aðrar, boðað frá, at tað gevur ikki fíggjarliga meining at framleiða blæur til smábørn í Japan.
Sølan av blæum til gomul fólk hevur hinvegin verið størri enn av smábarnablæum í meiri enn eitt áratíggju.
Í 2023 vóru 759.631 børn fødd í Japan. Hetta talið er 5,1% minni enn árið fyri. Samstundis er hetta lægsta burðartal síðani 1970’ini.
Minkandi fólkatalið í Japan er orsakað av fólkið gerst alsamt eldri eins og føðitíttleikin minkar. Í Japan eru nøkur av teimum elstu fólkunum í heiminum.
Tey seinastu tølini siga, at umleið 30% av japanarum eru yvir 65 ár, og føðitíttleikin er alsamt minkaður farnu 40 árini – sí mynd: Brotastrikan omanfyri liggur á 2,1. Hetta er neyðugi føðitíttleikin fyri fólkavøkstur.
Í fjør segði japanski forsætisráðharrin Fumio Kishida, at støðan er sera álvarsom: “Japan stendur á markinum fyri, um vit kunnu halda fram at virka sum eitt samfelag”.