Strekkið frá rundkoyringini á Velbastaðvegnum, um brúnna um Sandá, og út á Argir, er eitt vegastrekki, sum hevur verið dýrt hjá nógvum bilførarum. Glyvursvegur, sum vegurin eitur, er góður og beinur, men har er bara loyvt at koyra 50.
Men har eru nógvir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Og aftur í gjár varð ein bilførari tikin á veg um brúnna um Sandá. Og hann koyrdi alt ov skjótt, tí hann koyrdi 97 kilometrar um tíman.
Undir vanligum umstøðum hevði hann mist koyrikortið treytað, men í hesum føri var talan um ein blaðungan bilførara, sum akkurát hevði fingið koyrikortið.
Tey fyrstu trý árini, ein hevur koyrikortið, er eitt slag av royndartíð og tá skal nógv minni til, áðrenn ein missur tað aftur.
Sostatt fekk hesin bilførarin koyriforboð. Tað merkir at hann má taka koyrikortið um aftur og til hann hevur fingið tað aftur, sleppur hann ikki at koyra bil.
Og oman á tað fekk hann eisini 5.000 krónur í bót. Er hann næmingur, ella lesandi, ella lítla og onga inntøku hevur annars, kann hann søkja um at fáa bótina minkaða niður í helvt.
Í gjár fingu tveir bilførarar eisini 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið, fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu bil.