Bla, bla, bla: Greta Thunberg revsar heimsins leiðarar á veðurlagsráðstevnu
Video: Á veðurlagsráðstevnuni fyri ung, Youth4Climate, eftirlýsti unga veðurlagsstríðskvinnan, at tað heldur verður handlað enn at koma við tómum orðum og lyftum
Sigurjón Einarsson
29. september 2021 kl. 10:56
Nú er nokk við tómum orðum og lyftum, tá tað kemur til veðurlagið.
Soleiðis ljóðar høvuðsboðskapurin á veðurlagsráðstevnuni fyri ung, Youth4Climate, sum verður hildin í Milano yvir tríggjar dagar.
Ein av fyrstu røðarunum á veðurlagsráðstevnuni var unga veðurlagsstríðskvinnan Greta Thunberg, ið eftirlýsti, at tað má handlast nú - og ikki bara koma við tómum orðum og lyftum.
– Tað er eingin planet B. Tað er eingin planet bla, bla, bla, byrjaði hon sína framløgu við.
Her er eitt videobrot frá hennara framløgu: