Bjørn á Heygum: - Eri ongantíð nøgdur tá ein klientur verður dømdur

Verjin hjá skiparanum á John Paul DeJoria heldur ikki, at týdningarmikla løgfrøðiliga prinsippið um proportionalitet bleiv tikið til eftirtektar í dóminum í dag

Ragnar Sjúrðarson
20. juli 2023 kl. 18:16

-Fordømi er í dag skapt í forboðnum, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, setti í verk. Tú ert verji hjá skiparanum á John Paul DeJoria, Daniel Binyon, hvussu ert tú nøgdur við avgerðina?

- Man er ongantíð nøgdur tá ein klientur verður dømdur. Hinvegin eri eg nøgdur á tann hátt, at ákæruvaldið ikki fekk fult viðhald í sínum kravi um, at tað skuldi leggjast ein bót uppá tvær ferðir 100.000 krónur. Tað bleiv tvær ferðir 75.000 krónur og tann partin eri eg nøgdur við. Eg legði allatíðina dent á, at talan ikki var um skerpandi umstøður, ongin vandi var á ferð og skipið gjørdi ikki stórvegis ónáðir. Skipið kom inn um markið, og tað var sjálvt brotið.

-    Tú legði fram fyri rættinum, at seinna brotið hjá Daniel Binyon, tá hann við nøkrum skjóttgangandi bátum sigldi 400 metrar inn um 12 fjórðingsmarki, skuldi revsast við eini væl minni bót. Hetta eydnaðist ikki og bæði brotini fingu somu revsing. Hvat helt tú um ta avgerðina?

-    Tað eri eg ikki heilt nøgdur við. Har skal vera ein ávísur proportionalitetur í dóminum á tann hátt, at eitt álvarsligari brot eisini fær álvarsligari avleiðingar. Vit eru øll samd um, at tað er munur á, at eitt skip fer inn á Sandagerð og órógvar eitt grindadráp og at nakrir skjóttgangandi bátar sigla úti á 12 fjórðingum og koma 3-400 metrar inn um mark. Tí vildi eg hildið, at tað var natúrligt at hetta bleiv avspeglað aftur í dóminum, so at revsingin bleiv lutfalsliga minni, men tað tók dómarin ikki til eftirtektar.

 

-       Ákæruvaldið vísti á týdningin av at seta eina revsing, sum skuldi ræða fólkið hjá Paul Watson frá at bróta hetta forboðið. Fer hetta fordømið at halda kunda tínum, Daniel Binyon, frá at framhaldandi koma inn um 12 fjórðingar?

 

-       Tað er ein góður spurningur. Tað kemur væl ann uppá hvussu nógvar pengar teir eiga. Men sjálvandi prinsippið í, at ein revsing skal ræða hesi fólkini frá at bróta forboðið, gevur meining og tað skal tað sjálvandi í útgangstøðinum, men um tað ger tað, veit eg av góðum grundum ikki.