Hetta vikuskiftið er Final4 - hálvfinalur og finalur - í donskum flogbólti, og sum so ofta er tað við føroyskari lutttøku.
Rættuliga nógvir føroyskir flogbóltsspælarar eru í bestu og næstbestu deildunum í donskum flogbólti.
Í gjár leiktu Bjarni Joensen og Ikast KFUM hálvfinalu ímóti Nordenskov UIF. Ikast KFUM tapti 3-1 í einum dysti, har 1. og 2. sett vóru rættuliga jøvn. Ikast vann 2. sett, men í 3. og 4. setti vann Nordenskov sannførandi
Í dag leiktu Bjarni og Ikast bronsudyst ímóti Gentofte, sum eisini taptu teirra hálvfinalu í gjár. Heldur ikki í dag gekk eftir vild hjá Bjarna og liðið hansara, sum tapti dystin 3-1.
Sera unga Ikast liðið, sum Bjarni Joensen er ein av berandi kreftunum á tykist tó at vera komið fyri seg. Í byrjanini av landskappingini gekk ikki væl, men liðið kempar nú hóast alt fyri at verða partur av endaspælinum og leikti seg eisini í Final 4 í steypakappingini.
Bjørk Nolsøe Isaksen og ASV leiktu í gjár teirra hálvfinalu ímóti Brøndby. Bjørk og ASV vunnu greitt 3-0. Harvið skulu tær kl. 16.30 føroyska tíð leika finaluna ímóti Holte IF, sum vann Final 4 í fjørð.
Talan verður um spennandi dyst, millum nr. 1 og nr. 2 í donsku elitudeildini í flogbólti. Í løtuni eru Bjørk og ASV nr. 1, ímeðan Holte IF eru nr. 2.
Meira verður at frætta um hendan dystin seinni.