Bjørg Jacobsen: "60 ára gomul síggja í dag munandi yngri út enn fyrr"

Eru vit gomul, tá húðin legst í rukkur og foyrur, ella eru vit gomul, tá vit ikki longur sova saman við tonnunum?

Turið Justinussen
12. februar 2019 kl. 13:21

Eru vit gomul, tá húðin legst í rukkur og foyrur, ella eru vit gomul, tá vit ikki longur sova saman við tonnunum? Fólkalívsfrøðingur, Bjørg Jacobsen, heldur elli vera eitt mentanar- og tíðarbundið hugtak, sum vit hvør í sær fata á ymsan hátt. Vit eldast seinni, enn vit gjørdu fyrr, men tó er elli ikki nakað, vit kunnu forða

Sambært Hagstovu Føroya, skeiklaðist lutfallið millum tey yngru og eldru ættarliðini í tíggjuáraskeiðinum 2004-2013, tá í miðal 260 fólk úr yngru ættarliðunum fluttu av landinum um árið, meðan tey eldru ættarliðini í Føroyum hildu fram at vaksa. 

Henda skeiva gongdin í fólkatalinum vendi til ein munandi fólkavøkstur seint í 2013, og aldurssamansetingin broyttist tá eisini, tí vøksturin var størstur í yngru ættarliðunum. Men tey eldru ættarliðini eru framvegis ein væl umboðaður og støðugt vaksandi bólkur í samfelagnum.

Nær eru vit gomul?
- Hvør og hvat er tað, sum avger, at vit eru gomul? Er tað útsjóndin? Klæðini? Atferðin? Ella tá man fer av arbeiðsmarknaðinum og ikki er “til nyttu” longur? Sambært Bjørg Jacobsen, fólkalívsfrøðingi, er tað torført at staðfesta, nær ein er gamal, tí hugtakið sipar ikki til nakað tal.

- Tað er trupult at siga, nær vit eru gomul, eins og tað er trupult at siga, nær vit eru ung, av tí, at hesi hugtøk ikki sipa til nakað tal. Tey eru mentanarlig hugtøk, tí tey eru relativ og elastisk, og mørkini flyta seg alt eftir hvørji tíð, vit liva í, og hvar vit sjálvi eru í lívinum, sigur Bjørg Jacobsen, ið heldur, at aldurdómur veldst um eygað, sum sær.

- Ein 19 ára gomul genta sær oftast fólk í 50-árunum sum gomul, ímeðan ein 70 ára gamal sær eina 50 ára gamla sum hampiliga unga - ið hvussu so er ikki sum gamla.

64 ára gamli ellifrøðingurin, Suresh Rattan, ið starvast sum granskari á Aarhus Universiteti, hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um evnið, og sigur millum annað soleiðis í samrøðu við Dr.dk:

- Nógv av tí, ið avger, hvussu vit eldast, varð longu avgjørt í móðurlívi, er tað í stóran mun lívsstílur, sálarheilsa, sosiala samveran og hvussu virkin vit eru, sum ávirkar, hvussu vit eldast.

- Um aldurdómur er, tá ein kennir seg veikan, óynsktan og sjúkan, kann man kenna seg gamlan í einum og hvørjum aldri. Og bara tí, ein fær rukkur ella nøkur fá grá hár sum ungur, merkir ikki bara, at man eldist, tí rukkur kunnu til dømis skyldast alskyns tingum. Eitt nú, at man hevur sólað sær ov nógv, verið strongdur og kropsliga óvirkin.

Gerast seinni gomul
Bjørg Jacobsen vísir til slagorðini “60’ini eru tey nýggju 50’árini” og “tað gráa gullið”, sum sambært henni, undirstrika, at vit hava megnað at toyggja tíðina og útseta aldurdómin til eitt vist, soleiðis at útgongdin úr lívinum sum heild er vorðin ein longri og drúgvari tilgongd.

Markið ið markar skiftið til aldurdómin tykist nevniliga at førkast, og sambært Bjørg Jacobsen er kjakið um pensjónsaldurin, fullgott dømi um hetta:

- Pensjónsaldurin er ymiskur frá landi til land. Hjá okkum, hevur hann verið 67 ár í umleið 60 ár, men nú tosa vit um at flyta markið uppeftir.

Sambært fólkalívsfrøðingi, Bjørg Jacobsen, er orsøkin einfalt tann, at livikorini eru vorðin munandi betri. Arbeiðsumtøður, reinføri, matur, heilivágur og læknahjálp er í støðugari menning og ávirkar háaldurin:

- Tað hevur gjørt, at livialdurin er hækkaður heili 20 ár seinastu 100 árini, og umframt at leingja lívið, ger tað eisini, at vit halda okkum betri, ímeðan vit eru á lívi.

Les eisini: Føroyskar kvinnur longstu lívsævi í Norðurlondum

Eins og húðin tognast við aldrinum, sær tað út til, at eisini tíðarskeiðið, vit sita óvirkin tognar, við tí at livialdurin hækkar:

- Fólk, ið fyrr vóru virkin til stutt áðrenn tey doyðu, kunnu í dag liva í mong ár eftir, at tey eru vorðin óvirkin av tí, at tað ber til at liva við sjúkum og brekum, sum man fyrr doyði av, sigur Bjørg Jacobsen við Dimmalætting og trívur aftur í orðið: 

- Stórur dentur verður lagdur á heilsuna, og at gomul skulu halda seg í gongd. Nógv gomul í dag hava eisini munandi betri ráð og umstøður til tað, enn tey høvdu fyrr. Tey eru upplýst, búgva væl, kunnu ferðast, ganga til tiltøk, søkja sær eyka heilsubót og annað.

Les eisini: Pensjonistar í Burn eru ikki at forsmáa 

Kunnu vit forða aldurdóminum?
Tá vit nú kunnu útseta aldurdómin, kann ein úrleiða spurningin, um vit so eisini kunnu forða honum heilt, og svarið finst kanska eyðskilt í sjálvum orðinum. Seinna orðið í samansetta orðinum, aldurdómur, er dómur. Tað er okkum kunnigt, at liva vit, eldast vit og sostatt kann aldur hugsast at vera ein lívfrøðiligur og evolutionerur dómur, vit ganga undir - ein aldurdómur.

- Tey, sum eru í 40-árunum í dag, rokna seg sum at vera miðalaldrandi, mitt í lívinum, ímeðan tey fyrr vóru gomul. 60 ára gomul síggja í dag munandi yngri út enn fyrr. Tey hava slættari húð, betri kropsburð og klæða seg smartari. Verður mjødnin ella knæið í ólagi, ja, so skifta tey tað út, sigur Bjørg Jacobsen, sum tó staðfestir, at vit hvørki kunnu forða tíðini ella aldurdóminum:

- Afturat hesum kemur plastisk skurðfrøði, botox og mangt annað, sum kann seinka aldursteknini, men fyrr ella seinni verða vit fangaði, sigur Bjørg Jacobsen við Dimmalætting.

Granskari, Suresh Rattan er samdur í, at tað finnast fyribils loysnir uppá aldurdómin, men at tær nettupp bert eru fyribils: 

- Botox kann slætta vøddar, og smyrsl kann hjálpa uppá rukkurnar í eina løtu. Eisini kann man lyfta ávísar kropslutir ella fylla teir út, men tað bremsar ikki aldursgongdini seinni í lívinum. So lætt er tað ikki, sigur hann í samrøðu við Dr.dk.

Suresh Rattan hevur, umframt starvið sum granskari, skrivað bókina "Tænkepauser - Alder", har hann millum annað skrivar, at tað er ymiskt, hvussu vit fata aldurdómin. Um vit liva nóg leingi, gerast vit við vissu gomul, og hesum stúra fleiri fyri. Ein boðskapur hjá Suresh Rattan er tí, at aldurdómur er ein partur av lívinum, ið vit skulu góðtaka, fyrireika okkum til og ikki einans stúra fyri.


(Ellifrøðingurin, Suresh Rattan, mynd: sureshrattan.com)