– Gev tær tíð, set teg niður og lat matin verða gjørdan til tín.
Við hesum lokkandi boðskapinum fer Vágs Býráð at bjóða øllum vágbingum til nátturða.
Tað verður næsta hóskvøld, tann 23. novembur, frá klokkan 15-20, at hetta matkvøldið, sum tey kalla tað, verður.
Tey ásanna, at hjá nógvum familjum er gerandisdagurin rættiliga rokasligur
– Vit hava nógv um oyruni og nógv sum skal náast, áðrenn dagurin er liðin. Foreldur skulu passa arbeiði og børn skulu til ítrótt og onnur frítíðarítriv.
Og oman á alt stendur so arbeiðið heima og bíðar, báði náttúrði ella døgvurði, skúlating, og annað.
Í inn ímillum alt hetta skal familjulívi so eisini kroystast inn.
Fyri at lætta um, so fer Vágs býráð at skipa fyri einum matarkvøldi fyri familjum og støkum.
Í hesum sambandi fer býráðið at bjóðar vágbingum nátturða í hølunum hjá Frelsunarherinum, har høvið eisini verður fyri at hugna sær og at vera saman við sínum saman nærmastu og vágbingum annars.
Á matarkvøldinum ber eisini til at hjá foreldrum at smyrja børnunum matpakka at hava við í barnagarð, ella og skúla, dagin eftir.
Matarkvøldið er alment og tað er ókeypis, men fyri at vita, hvussu nógvan mat tey skulu gera, verður kortini neyðugt at siga frá hjá býráðnum.