Bjóða nú fólki at koma á Landssjúkrahúsið at kanna móðurmerki

Móðurmerkjakrabbi er tað vandamiklasta slagið av húðkrabba, og er talið á tilburðum vaksið nógv hesi seinastu 50 árini.

Áki Bertholdsen
1. mai 2024 kl. 10:48

Móðurmerkjakrabbi er tað vandamiklasta slagið av húðkrabba, og er talið á tilburðum vaksið nógv hesi seinastu 50 árini.

Mai mánaður er altjóða móðurmerkja-mánaður. Móðurmerkjakrabbi er krabbamein í móðurmerkjum og nú í mai mánaða fara Landssjúkrahúsið og Krabbbameinsfelagið at varpa ljós á húð- og móðurmerkjakrabba.

Eitt tiltak í hesum sambandi er, at nú bjóða tey fólki at koma til húðlækna á Landssjúkrahúsinum at kanna tey móðurmerki tey hava. 

Hetta tiltakið er hósdagin 16. mai, men tað er neyðugt at melda seg til á húðambolatoriuminum í seinasta lagi eina viku áðrenn. Tað er avmarkað pláss, so fólk verða skrivað upp eftir tørnið sum tey melda seg til.

Endamálið er eisini at greiða fólki frá um móðurmerki við tí endamáli at økja um vitanina og tilvitskuna um tey vandamiklu móðurmerkini. 

Móðurmerkjakrabbi er tað vandamiklasta slagið av húðkrabba av øllum, og talið á tilburðum er nógv vaksið hesi seinastu 50 árini. 

Vandin fyri at fáa móðurmerkjakrabba hevur samband vuð um fólk hava ljósa húð ella myrka húð. Fólk við ljósari húð, og sum tískil skjótt verða sólskáldað, eru í nógv størri vanda fyri at fáa móðurmerkjakrabba, sigur Krabbameinsfelagið í tíðindaskrivi.

Móðurmerkjakrabbi kann stava frá UV- strálunum frá sólini og av at brúka solarium. Og illgruni er um, at fólk, sum verða sólskáldað á ungum árum, eru í serliga stórum vanda fyri at fáa móðurmerkjakrabba. 

– Tí hevur tað sera stóran týdning at verja børnini, og tey ungu, ímóti vandamiklu UV-strálinum, eisini í Føroyum, her vit annars ikki hava so nógva sól. Av tí sama er tað eisini bannað at loyva ungum undir 18 ár, at brúka solarium.

Tó at tað ikki heilt ber til fyribygja móðurmerkjakrabba, eru tað ávís viðurskifti, sum minka um vandan. 

Eitt nú skulu vit hugsa okkum væl um, tá ið vit sóla okkum og verja okkum fyri at verða sólskáldað. Er illgrundi um krabbamein, er eitt at gera, og tað er fara til lækna alt fyri eitt.

– Verður móðurmerkjakrabbin uppdagaður skjótt, eru útlitini eisini góð, sigur Krabbameinsfelagið. Í flestu førum er viðgerðin skurðviðgerð, men kann viðgerðin eisini vera medisinsk.