Fyrr í ár luttóku átta spennandi landbúnaðar- og ferðavinnuverkætlanir í átakinum Nýskapan í landbúnaðarferðavinnuni sum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands skipaðu fyri. Elin Ziska og Gunnvá Højgaard Mohr luttóku í átakinum við verkætlanini Skýming.
Tær báðar reka virkið Skýming, ið bjóðar ferðafólkum í bindiklubba í Tórshavn. Orðið ‘skýming’ merkir líðandi myrkur - at halda skýming, greiða tær báðar frá. Og tá ið vit fara í bindiklubba fara vit niður í ferð, binda og eru heima saman í hugna og nærveru í skýming.
Gunnvá og Elin eru vinkonur. Gunnvá er útbúgvin lærari og Elin er útbúgvin heilsufrøðingur, og tær hava ígjøgnum nógv ár havt bólkaviðgerðir við vaksnum og børnum, umframt at tær hava drúgvar royndir í at hava skeiðvirksemi við handaligum verkstovum. Vit hava stóran áhuga í føroyskum handverki, mati, burðardygd og tilfeingi, greiðir Gunnvá frá.
Úti í heimi er blivið vælumtókt at binda. Rákið er, at fólk nú á døgum vilja læra eitt handverk og at skapa við hondunum. At duga eitt handverk sigst at hjálpa ímóti strongd, ið er ein vaksandi trupulleiki í dagsins samfelagi, og hetta er ein av orsøkunum, at tað er blivið so vælumtókt at binda, fyri at koma niður í ferð, greiðir Elin frá.
Í Føroyum hava vit altíð bundið og vit hava eisini eina serføroyska bindiklubbamentan. Hesa serligu mentunar uppliving vilja vit bjóða okkara gestum heima hjá okkum, samstundis sum vit fara at fortelja um føroyska mentan og vísa, hvussu vit føroyingar liva.
Tær fara at hava bindiklubba fyri ferðafólkum heima hjá Gunnvu ella Elini í miðbýnum í Havn hvørt mánakvøld og hóskvøld frá kl. 20 til 23, alt árið, og ikki neyðugt at duga at binda, tí - sum tær siga - øll kunnu læra at binda.
Kvøldið byrjar við einum uppleggi, har tær fara at greiða frá um føroyska ull og tilvirkan av ull, um binding, bindimynstur og um serstøku føroysku bindiklubbamentanina. Eisini sleppa gestirnir at royna at kara og spinna.
Og ímeðan gestirnir binda bjóða tær ein góðan og hugnaligan drekkamunn við siðbundnum føroyskum heimabakaðum køkum.
Í sambandi við átakið Nýskapan í landbúnaðarferðavinnuni løgdu Gunnvá og Elin teirra verkætlan fram fyri gott 200 áhoyrarum á móttøku í OY herfyri, og var áhugin fyri teirra tilboði sera stórur. Elin og Gunnvá gleða seg sostatt at royna tilboðið av í summar og taka fegin ímóti einstøkum ferðandi og bólkum.