Í sambandi við at kommunuval verður nú í novembur, skipar áhugafelagið Havnarhugni fyri almennum borgarafundi og hann verður í KFUM mikukvøldið.
Fyrireikararnir siga, at tað eru serliga seks mál á skránni. Jórunn Reginsdóttir, arkitektur á Tjóðsavninum fer at tosa um at varðveita hús, Jóannes Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur, fer at tosa um byggisamyktir og byggilógir. Harumframt verða framløgur um kloakkir og um ábøtur á kloakkir og ein løgfrøðingur fer at tosa um góðan fyrisitingarsið.
Og so fara tey eisini at viðgera nýggja borgaralistan, sum er gjørdur til býráðsvalið í Havn.
Havnarhugni skrivar í tíðindaskrivinum, at endamálið felagnum er at fáa fólk at verða virkin í tí, sum fyriferst í Havn, umframt at virka fyri trivnaði í miðbýnum í Havn, og at stuðla upp undir tað góða, sum longu er her. Málið er eisini at fáa meira opinleika og kunnleika um tað, sum kommunan hevur ætlanir um at gera og sum hevur ávirkan á umhvørvi, íbúgvar og trivnaðin.