Um tað hjá føroyska liðnum gongur upp í eina hægri eind, og um avrikið hjá Slovenia ikki verður av tí besta, so er møguleiki fyri, at Føroyar í dag fara at megna tað, sum eingin annar roknar við at vera møguleiki.
Tað er metingin hjá Inga Olsen, sum fyri Kringvarp Føroya er í Berlin og fylgir við í EM endaspælinum.
Ingi Olsen man vera ein av teimum við størt innliti í føroyskan hondbólt, og hann fylgir eisini væl við í útlendskum hondbólti og eisini slovenska landsliðnum, sum Føroyar klokkan 17 fara at spæla ímóti.
-Føroysku spælararnir hava í yngru landsliðunum megnað tað, sum teir sjálvir roknaðu við, og sum fá ella eingi onnur tá roknaðu við, at teir fóru at megna. Í dag rokna spælararnir við, at tað fer at bera til ímóti Slovenia, og tá ið tað fyrr hevur gingið soleiðis, sum teir roknaðu við, hví skulu vit onnur so ikki rokna við, at teir fara at megna tað.
Soleiðis sigur Ingi Olsen í samrøðu í Berlin við Sjúrð Hoydal á podkastinum trok.fo.
Ingi Olsen vísir á nakrar treytir, sum tað er alneyðugt, at føroyska liðið fer at megna í dag:
-Í álopsspælinum veit eg, at okkara menn fara at megna at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Har er spurningurin, um teir fara at fáa bóltin framvið málveranum, ella um talan verður um málverja, sum heilt fer at steingja málið. Tað hava vit onkuntíð sæð. Um tað eydnast at umseta møguleika til mál, so kunnu vit røkka einum 30 málum, sigur Ingi Olsen, og hann heldur fram:
-Vit vita, at miðverjan hjá okkum beinanvegin og alla tíðina verður undir øgiligum trýsti. Eitt er at verja fyri langskotum og annað er at ansa eftir, at strikuspælararnir ikki fáa nógvar møguleikar. Ímóti Belgia riggaði hetta ikki væl, men tað batnaði. Í fyrireikingunum til EM endaspælið hevur fokus verið á at fáa kontraspælið at rigga betur. Um tað riggar, so fáa vit nøkur løtt mál, og tað hevði verið kærkomið. Men skal ta eydnast verður neyðugt at byrgja fyri, at teir skora hvørja ferð, tí annars verður ikki talan um skjótálop, sigur Ingi Olsen í samrøðu við Sjúrð Hoydal, og so vísir hann á lyndismunin millum føroyingar og eystureuropearar:
-Hjá okkara venjarum snýr tað seg um at fáa frið og góða kenslu millum spælararnar og uttan mun til, hvussu tað fer at ganga, so verður talan um konstruktiva vegleiðing og um at halda seg til tað kenda. Viðhvørt reagera eystureuropeiskir venjarar øðrvísi, tá ið tað ikki gongur eftir vild. Tá fara teir at skifta nógv út, og um tað so ikki riggar, so órógvar tað avrikið hjá einstøku spælarunum. Eg rokni við, at tað fyrstu løtuna fer at ganga javnt á, og so er spurningurin, hvussu tað fer at ávirka mótstøðuliðið, sigur Ingi Olsen.
Hann veit, at uppgávan er øgilig, og hann veit, at hann tað er hjartað og ikki vitið, sum eigur avgerðina, tá ið hann roknar við, at Føroyar fara at vinna 30 – 28.
-Eg rokni avgjørt við, at okkara menn fara at skora eini tredivu mál. Spurningurin er, hvussu tað fer at eydnast í verjuspælinum, sigur Ingi Olsen í samrøðu við Sjúrð Hoydal, sum á trok.fo er í Berlin.