Bjarti verjir framvegis HB málið

Meðan ein av landsliðsmálverjunum verjir málið hjá Víkingi, so er ein annar landsliðsmálverji á HB beinkinum

Jóannes Hansen
19. september 2023 kl. 17:32

Síðsti dystur í 22. umfari verður í kvøld í Gundadali, har HB fær vitjan av Víkingi.

HB er á triðja plássi við 47 stigum, og Víkingur er á fjórða plássi við 42 stigum.

Síðani fríggjakvøldið, tá ið HB í Gundadali tapti 2-1 ímóti KÍ, hevur Jákup Martin Joensen broytt liðið í tveimum ódnum. Áki D. Samuelsen er framrættaður í høgru, meðan Mathias Præst Nielsen er millum teir á beinkinum, og Jákup L. Thomsen fær í kvøld møguleikan í fremstu ódnini, meðan Mikkel Dahl er á beinkinum.

Bjarti Vitalis Mørk hevur vart HB málið seinastu mánaðirnar, meðan Teitur Matras Gestsson hevur verið skaddur. Teitur Matras Gestsson er so mikið væl fyri nú, at hann, sum hann var ímóti KÍ, er á HB beininum. Ein annar landsliðsmálverji er Bárður á Reynatrøð, sum í kvøld verjir málið hjá Víkingi, soleiðis sum hann hevur gjørt higartil í ár.

Hjá Víkingi líkist liðið nógv sær sjálvum. At Signar á Brúnni er skaddur hevur við sær, at Ari Olsen fær møguleikan á vongverjanum í høgru. Martin Klein Joensen, sum skoraði eitt mál í 20. umfari og hattrikk í 21. umfari, er aftur í kvøld fremsti maður hjá Víkingi.

 

HB – Víkingur kl. 18.00

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Heðin Hansen, Emil Berger – Áki D. Samuelsen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Jákup L. Thomsen,

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi – Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Martin Klein Joensen