Tíðliga í seinna hálvleiki sá svart út hjá føroyska A-landsliðnum við monnum, sum týskvøldið var á vitjan á Stade de Luxembourg leikvøllinum, sum er heimavøllurin hjá Luksemborg.
Tá tólv minuttir vóru spældir av dystinum dømdi dómarin brotsspark til heimaliðið, sum Gerson Rodrigues setti í netið, og bara tríggjar minuttir aftaná steðgin økti Leandro Martins til 2-0.
Men føroysk spælararnir fullu ikki í fátt, og tíggju minuttir seinni stóð á jøvnum 2-2. Málskjútti í báðum føri var Jóannes Bjartalíð.
Jóannes Bjartalíð heldur, at liðið vísti styrki við at koma afturíaftur, hóast aftanfyri við tveimum málum.
Hoyr samrøðuna við Jóannes Bjartalíð, ið varð gjørd seint í gjárkvøldið, tá føroysku leikararnir vóru komnir aftur á gistingarhúsið: