Í dag havi jeg meldað meg úr Javnaðarflokkinum, og er tað ein beinleiðis avleiðing av tí stríði, og teimum ósemjum, ið hava verið í sambandi við kommunuvalið.
Tað sigur Bjarni Johansen, sum varð valdur í býráðið fyri Javnaðarflokkin, og sum eisini er borgarstjóri í Vági.
Talan hevur verið um fleiri innanfloks ósemjur, sum jeg ikki kann standa inni fyri ella vera partur av, og tí havi eg tikið avgerð um at melda meg úr flokkinum, sigur hann í tíðindaskrivi beint nú.
– Hesar ósemjur gera, tað er ógjørligt hjá mær at halda fram sum limur í Javnaðarflokkinum, og samstundis vera trúgvur ímóti mær sjálvum og teimum, ið hava trúliga bakka meg upp, leggur hann afturat.
At orrustan síðan valdagin heldur fram og tykist endaleys, tí summi ikki vilja síggja veruleikan í eyguni og koma víðari, kann jeg hvørki bjóða mær sjálvum ella teimum, ið valdu meg, sigur hann.
Tí gevur tað seg sjálvt, at jeg noyðist at sleppa Javnaðarflokkinum, sum annars altíð hevur verið mín flokkur.
Hann sigurm, at hann fór upp í politikk fyri at gera mun og fyri at gera sítt til, at bæði vágbingar og Vágsbygd skuldu hava tað gott og vera í góðum hondum, men tað ber fyri mítt viðkomandi ikki til sum partur av Javnaðarflokkinum.
– Skal jeg kunna hyggja meg sjálvan og tey í eyguni, sum hava stuðlað mær, kann jeg ikki halda fram, men noyðist at melda meg úr Javnaðarflokkinum.
– Eg smekki ikki við hurðini, men vil fegin takka øllum, sum eg havi samstarvað við, bæði í flokkinum og øðrum, sigur Bjarni Johansen.
Hann vónar kortini, at býráðslimir fara at samstarva í framtíðini, so at ósemjur og stríð ikki verða standandi eftir, men at øll eru við til at gera sítt besta fyri Vágs kommunu og tað fólk, ið her býr, sum hann málber seg.
Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á Bjarna Johansen.