Bjargingarfelagið fór at leita við tveimum bátum. Myndin er ein savnsmynd frá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag
Bjargaðu tveimum unglingum í jollu
Bjargingin gekk bæði skjótt og væl
Áki Bertholdsen
31. august 2024 kl. 10:00
Beint eftir náttúrðatíð í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein jolla varð uppsteðgað út fyri Froðba.
Tveir unglingar vóru við jolluni og tilbúgvingin varð sett í verk. Vaktar- og bjargingarskipið, Brimil, varð ávarað og somuleiðis varð Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag tilkallað. Teir í bjargingarfelagnum fóru at leita við tveimum bátum og tað varð heilt skjótt at jollan varð funnin sleipað inn á Tvøroyri.
Skjótt varð borið at, tí tað var minni enn hálvur tími frá tí at boðini komu til alt var yvirstaðið aftur.